top of page
  • BFI á Facebook
  • BFI á LinkedIn
  • BFI á YouTube
  • BFI á Instagram
  • BFI Tíðindabræv
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

Mærsk fremur enn eina royndarferð gjøgnum Reyðahavið

Amerikanska-flaggskipið Maersk Denver sigldi gjøgnum Bab el-Mandeb-sundið sunnu- og mándagin.


Maersk container ship

(Mynd 📸 Arkiv mynd)


Talan var um aðra royndarseglferð hjá Maersk síðani tann fyrsta við Maersk Sebarok í desember 2025. Bæði skipini eru partur av MECL-tænastuni millum India, Miðeystur og eysturstrondina í USA, sum annars hevur siglt um Kap Det Gode Håb.


“Trygdin hjá okkara manning, skipum og farmi er framvegis av størsta týdningi fyri okkum, og neyðugu trygdarráðini vórðu sett í verk undir ferðini. Kundar, ið hava farm umborð á hesum skipi, verða kunnaðir beinleiðis,” upplýsir Maersk í eini kundafráboðan.


Felagið leggur afturat, at um trygdarstøðið loyvir tí, verður farið víðari við eini stigvísari tilgongd at endurupptaka sigling gjøgnum Suez-kanalin og Reyðahavið. Í løtuni eru tó ongar aðrar gjøgnumsiglingar á skránni.



Fleiri containerfeløg royna nú aftur sigling í økinum, men ein full endurkoma frá rutunum um Afrika letur framvegis bíða eftir sær. Higartil er CMA CGM einasta reiðarí, sum hevur kunngjørt eina fasta rutu gjøgnum Reyðahavið og Suez-kanalin.


Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Facebook Logo
LinkedIn Logo
Youtube Logo
Instagram logo



Kelda: Maritime Danmark

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page