Maersk og Hapag-Lloyd leggja IMX-tænastuna um til Reyðahavið
- Eva Andrésen
- 3 minutes ago
- 1 min read

(Mynd 📸 Arkiv mynd)
Maersk og Hapag-Lloyd hava avgjørt at broyta siglingarleiðina hjá IMX-tænastuni í Gemini-samstarvinum, so skipini aftur sigla ígjøgnum Reyðahavið og Suez-rásina. Allar siglingar verða framdar við hernaðarligari sjóvernd.
Tænastan, ið talan er um, er IMX‑leiðin, sum bindur India og Miðeystur saman við Miðjarðarhavinum. Frá miðjum februar verða broytingar settar í verk á vestferð frá skipinum “Albert Maersk” og á eystferð frá skipinum “Astrid Maersk".
Maersk og Hapag-Lloyd kanna samstundis møguleikan at leggja eisini SE1- og SE3-tænasturnar – sum eru partur av eystur–vestur gáttaskipnetverkinum í Gemini-samstarvinum – um somu leið á einum seinni tíðspunkti. Í løtuni eru ongar aðrar broytingar í Gemini-netverkinum fyriskipaðar.
Gemini-samstarvið varð sett í verk 1. februar 2025 og er eitt samstarv millum Maersk og Hapag-Lloyd. Netverkið fevnir um 29 felags høvuðstænastur og 29 shuttle-tænastur, og dentur verður lagdur á halda tíðarfreistir (time accuracy) og álítandi siglingar á heimsins týdningarmiklastu handilsleiðum.
Trygdin hjá manning, skipum og farmi hevur hægstu raðfesting, og feløgini fylgja tætt við trygdarstøðuni í økinum.
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Maritime Danmark
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:









.png)
%20(1).png)














