top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

MASKINMEISTARAFELAGIÐ | Ólavur leggur frá sær

Ólavur Gunnarsson fer í starv sum innkeypsleiðari hjá Mest, og sigur tí formanssessin í Maskinmeistarafelagnum frá sær. Hann sigur, at hann ongantíð hevur hildið, at formansstarvið eigur at vera eitt lívsstarv, og nú, tá hann fekk eitt so gott starvstilboð, var rætta løtan hjá sær at fara úr formanssessinum.

(Mynd: 📸 Maskinmeistarafelagið)


1. september fer Ólavur Gunnarsson frá sum formaður í Maskinmeistarafelagnum eftir at hava sitið í sessinum í hálvt fimta ár. Orsøkin er, at hann tá byrjar í nýggjum starvi sum innkeypsleiðari hjá skipasmiðjuni Mest. Ólavur Gunnarsson varð uttan mótvalevni valdur til formann í Maskinmeistarafelagnum á aðalfundinum 24. mars 2018, tá undanmaður hansara Páll Hansen ikki stillaði uppaftur. Tað er fulltíðarstarv at vera formaður í Maskinmeistarafelagnum, og hann verður valdur fyri trý ár í senn.

Ólavur Gunnarsson var upp á val aftur á aðalfundinum 13. mars í fjør, hann tók við afturvali, og ongin stillaði upp ímóti honum.


Nýggj avbjóðing

Nú hevur formaðurin so gjørt av at siga sessin frá sær í ótíð fyri at royna nýggjar leiðir.

– Mest er eitt stórt, nýmótans arbeiðspláss við nógvum og sera fjølbroyttum arbeiðsuppgávum. So tá eg fekk boðið starvið sum innkeypsleiðari har, helt eg tað vera eina ov spennandi avbjóðing at lata fara aftur við borðinum. Sjálvandi hevur tað kravt drúgva og gjølliga umhugsan.

-Eg eri fakfelagsmaður, og at verða valdur formaður í sínum fakfelag er eitt stórt álit, sum eg havi ógvuliga stóra virðing fyri. – Hinvegin havi eg ongantíð hildið, at formansstarvið eigur at vera eitt lívstíðarstarv. Tað ber altíð til at kjakast um, nær rætta løtan at gevast er, men eg haldi, at fyri meg er hon nú. Eg eri 58, so tað sigur seg sjálvt, at tað fer neyvan at verða títtari ímillum tilboðini um slík størv sum hetta hjá Mest frameftir. – Tað hevur eisini gjørt avgerðina lættari at vita, at felagið hevur eina stak góða nevnd og er í góðum hondum. Ongin skal heldur vera í iva um, at mær hevur dámt felagsarbeiðið stak væl, og samstarvið í nevndini hevur verið framúr, sigur Ólavur Gunnarsson.

Onnur mugu døma

Ætlanirnar og hugskotini vóru nógv, tá hann tók við sum formaður, men hálvt fimta ár – ella hálvt annað formansskeið – er ikki long tíð at fremja umfatandi broytingar í einum fakfelag. Fráfarandi formaðurin heldur tó ikki, at nøkur stórmál liggja í hálvum gekki, nú hann mynstrar av á formansskrivstovuni í Maskinmeistarafelagnum.

- Tað vilja altíð vera onkur meira og minni átrokandi mál at loysa, tá ein mynstrar av, og soleiðis verður tað eisini, nú eg fari; sáttmálasamráðingarnar, sum liggja fyri framman, eru eitt dømi, men soleiðis eru spælireglurnar nú einaferð. – Eg hevði sjálvandi eisini mál og visjónir, tá eg bjóðaði meg fram sum formansevni, annars skuldi eg hildið meg burtur. Nú bleiv tað til hálvt fimta ár; okkurt náddi eg, og sumt náddi eg ikki. Eg fari ikki við ringum samvitskubiti út ígjøgnum dyrnar í Maskinmeistarafelagnum, men hvussu eg havi hilnast sum formaður, tað fari eg at lata limirnar og onnur døma um – eg kann tó siga, at eg havi roynt tað frægasta, eg megni, sigur Ólavur Gunnarsson.

(Mynd: 📸 Maskinmeistarafelagið)


Innanhýsis loysn

Enn er ikki púra greitt, hvør tekur yvir formanssessin í Maskinmeistarafelagnum 1. september. Eftir aðalfund skal nevndin, sum saman við formanninum telur fimm fólk, sambært lógum felagsins skipa seg við einum næstformanni. Seinastu nógvu árini hevur Regin M. Olsen verið næstformaður. Viðtøkurnar siga tó onki um, hvussu farast skal fram, tá formaðurin fer frá í ótíð. Eftir at hava fingið løgfrøðisliga ráðgeving er nevndin tó komin eftir, at hon annaðhvørt kann skipa seg av nýggjum, so at ein av verandi nevndarlimum verður formaður, tað ið eftir er av formansskeiðnum hjá Ólavi Gunnarsson, ella tað verður lýst til eykaaðalfund at velja nýggjan formann. – Vit vænta, at nevndin fer at finna eina innanhýsis loysn, sigur Ólavur Gunnarsson.


Til taks í heyst

Maskinmeistarafelagið hevur júst gjørt nýggjan sáttmála fyri maskinmeistararnar í privatu vinnuni á landi, men samráðingar eru aftur á breddanum í heyst. Tá eru tað almennu sáttmálarnir við Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Fráfarandi formaðurin sleppur tó, sum áður nevnt, ikki bara endanum í tí sambandinum, tí sambært viðtøkunum skal hann vera til taks at ráðgeva nýggja formanninum í tríggjar mánaðir. Poul Heri Selfoss er fyrsti tiltakslimur í nevndini hjá Maskinmeistarafelagnum, og hann fær fast sæti í nevndini, tá Ólavur Gunnarsson fer frá.

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: Maskinmeistarin

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page