top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

MERCY SHIPS | Nýggja samstarvsavtalu við Danske Maritime

Altjóða hjálparfelagsskapurin Mercy Ships, sum stendur fyri virkseminum av sjúkrahússkipum, samstarvar nú við Danske Maritime. “Arbeiðið hjá Mercy Ships ger stóran mun, og tað gleðir meg at tey fáa møguleika at hjálpa enn fleiri.” Sigur Jenny Braat, fyrisitingarstjóri í Danske Maritime.

(Mynd 📸 Mercy Ships)


Mercy Ships hevur tey seinastu 40 árini bjóðað ókeypis viðgerð í 55 menningarlondum í Afrika og bjóðað ókeypis viðgerð til fátøk, sum annars ikki hava ráð til læknahjálp. Felagsskapurin verður rikin av sjálvbodnari megi og stjórin á Mercy Ships Danmark, Christian Sophus Ehlers, gleðist um at samstarva við Dansk Maritime.


“Vit eru sera takksom fyri stuðulin til okkara arbeiði, sum samstarvið við Dansk Maritime er eitt tekin um. Tað eru sjálvbodnir læknar, skurðlæknar, skiparar, maskinmeistarar, køkshjálparar og fleiri aðrir fakbólkar, ið manna okkara sjúkrahússkip, og sum sjálvi gjalda fyri uppihald umborð. Samstarvið við Danske Maritime er ein týdningarmikil viðurkenning av teirra stóra innsatsi at bøta um neyðina og geva vón og heilsu í fátakasta partinum av heiminum” sigur Christian Sophus Ehlers.


Mercy Ships hevur tey seinastu árini einans kunna bjóðað ókeypis hjálp frá skipinum Africa Mercy, sum er sera kent í Danmark, av tí at skipið er bygt á danskari skipasmiðju og veitt tænastu á Stórabelti sum Dronning Ingrid.


Men um stutta tíð kann Mercy Ships skrúa upp fyri aktiviteti, tá eitt heilt nýtt og modernað sjúkrahússkip, Global Mercy, verður partur av virkseminum. Skipið er útgjørt við seks skurðstovum, 200 seingjum, rannsóknarstovu og annars við vanligum dagstovum, umframt eygna- og tannlæknastovum.


“Sum sjóvinna kunnu vit hjálpa uppá fleiri ymiskir mátar, og gravar ein niður í nakrar av øllum søgunum, ið goyma seg aftanfyri arbeiðið, og hyggja eftir hvussu stóran mun ein viðgerð kann gera, verður tú heilt heitur um hjartað. So vit eru glað fyri nýggja samstarvið” Sigur Jenny Braat.

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo
0 comments

  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page