top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
Writer's pictureÓlavur Í Geil

MEST SHIPYARDS | Nýggj samstarvsavtala um yvirflatuviðgerð

𝗠𝗘𝗦𝗧 𝗼𝗴 𝗚𝗮𝗿𝗱𝗶𝘁 𝗴𝗷ø𝗿𝘁 𝘀𝗮𝗺𝘀𝘁𝗮𝗿𝘃𝘀𝗮𝘃𝘁𝗮𝗹𝘂 𝘂𝗺 𝘆𝘃𝗶𝗿𝗳𝗹𝗮𝘁𝘂𝘃𝗶ð𝗴𝗲𝗿ð

Skipasmiðjan MEST og Gardit A/S hava júst gjørt eina 5 ára avtalu. Samstarvsavtalan umfatar yvirflatuviðgerð av skipum sum eru á skipasmiðjunum hjá MEST ávikavist í Havn og á Skála.


Á myndini gevur Per Eriksen, verkætlanarleiðari hjá Gardit, korona alboga við Mouritz Mohr, stjóra á MEST, eftir at avtalan var komin uppá pláss.


Tey seinastu árini hava Gardit gjørt fleiri yviflatuviðgerðir á tangum v.m í Føroyum og liggja fleiri spennandi uppgávur hjá teimum fyri framman tey komandi árini.


Gardit er tískil í ferð við at stovna eitt lokalt føroyskt dótturfelag, sum fer at taka sær av føroyskum virksemi.


Umframt danskar serfrøðingar, er ætlanin at brúka føroyska arbeiðsmegi, ið hava áhuga innan yvirflatuviðgerð av stál- og betongkonstruktión, í arbeiðnum.


Gardit hevur drúgvar royndir innan yvirflatuviðgerð av skipum og hevur í mong ár havt samstarv við millum annað skipasmiðjuna Fayard.

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: MEST Shipyards

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

0 comments

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page