MEST | Sker fyrsta stálið til nýggju tvíkiljurnar hjá Hiddenfjord
Í samband við at byrjað varð at skera stálið til nýggju tvíkiljurnar NB116 og NB117, var eitt lítið hátíðarhald á MEST í Tórshavn mánadagin hin 20. Mars.
(Myndir 📸 MEST)
Møtt var í byggihøllini har umboð frá Hiddenfjord, undirveitarum og starvsfólki á MEST luttóku. Í stóru byggihøllini blev fyrsta stálið skorið við at umboð fyri Hiddenfjord, Bogi Jacobsen, trýsti á knøttin á skerimaskinuni.
Síðani var farið upp matarhøllina har framløgur vóru um tilgongdina og nýggju 3D tøknina, ShipConstructor, hjá MEST, sum hevur við sær, at tað gerst munandi lættari hjá øllum á verkætlanini at fremja sítt arbeiði og ikki minst at halda tíðina.
Eftirmiddagurin endaði við kaffi og onkrum góðum afturvið.
Alt arbeiði verður framt í Føroyum – líka frá skrokki til aptering umborð.
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: MEST
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments