MYNDIR | Íslendsk skip velja MEST
Í seinastuni hava fleiri og fleiri íslendsk skip valt at fáa gjørt teirra umvælingar á MEST.
Í seinastuni hava fleiri og fleiri íslendsk skip valt at fáa gjørt teirra umvælingar á MEST.
Í løtuni eru trolarnir Gullver úr Seyðisfirði og Ljósafell úr Fáskrúðsfirði á MEST og fyrr í vár vóru uppisjóvarskipini Jón Kjartansson og Aðalsteinn Jónsson úr Eskifirði eisini til ymiskt umvælingararbeiði á MEST. Talan eru um ymiskt viðlíkahalds- og umvælingararbeiði sum eitt nú: motorumvælingar, aksiltrekk og onkur hevur vaskað og málað botn og zink. Ymiskar aðrar umvælingar eru eisini gjørdar.
Onnur føroysk skip, Jákup Sverri, Hoyvík, Brimil, Thor og Kópasteinur hava eisini valt ólavsøkutíðarskeiðið at fáa gjørt umvælingar. Nøkur eru um at verða liðug og onnur júst komin.
(Myndir 📸 MEST)
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: MEST
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments