POLITIKKUR | Svar um gjøld fyri havnaloðsingar
- Eva Andrésen
- 1 day ago
- 4 min read
Svar frá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í uttanríkis- og vinnumálum, upp á § 52a fyrispurning 52-107/2024 frá Helga Abrahamsen, løgtingsmanni, um gjøld fyri havnaloðsingar
Spurningar:
1. Hvør er orsøkin til, at gjøldini fyri havnaloðsingar ikki eru broytt síðani 1. januar 2013?
2. Hvussu samsvara gjøldini fyri havnaloðsingar í Føroyum við gjøldini, sum eru galdandi í londunum uttanum okkum?
3. Hvat merkir tað fyri lønirnar hjá loðsunum, at gjøldini fyri havnaloðsingar ikki eru broytt í so langa tíð?
4. Hvør er orsøkin til, at lønirnar hjá loðsum ikki fylgja nøkrum sáttmála á arbeiðsmarknaðinum?
5. Eru ætlanir um at broyta hesi nevndu viðurskiftini?
Til nr. 1
Reglur um gjøld fyri havnaloðsing verða sambært § 13 í løgtingslóg um havnaloðsing ásettar í samráð við kommunurnar. Reglurnar kunnu fevna um gjald fyri bíðitíð, uppihald- og ferðaútreiðslur hjá loðsi og gjald fyri, at loðsur eftir umbøn møtir á staðnum, uttan at loðsing verður framd. Umframt verður gjaldið fyri loðsing ásett eftir stødd á skipi og tíðarnýtslu.
Ásetingarnar um gjøld eru heimild hjá kommunum at taka gjald fyri loðstænastu.
Eins og víst á í spurningum skulu gjøldini fíggja útreiðslurnar hjá kommunum av loðsskipanini, undir hesum útgerð, útreiðslur til loðsbát, løn til loðs, skeið, sum loðsar skulu hava, o.a. Kommunurnar, sum umsita gjaldið, hava ikki víst á, at gjaldið ikki fíggjar loðsskipanina. Heldur ikki hava kommunurnar heitt á Uttanríkis- og vinnumálaráðið um at broyta gjøldini.
Gjøldini hava verið í gildi síðani 2013 og eru ásett í § 13 í kunngerð um loðsing, gjøld o.a. § 13 í kunngerðini hevur ikki ásetingar um prístalsjavning. Broyting í gjaldinum krevur tískil broyting í kunngerðini. Broytingar í kunngerð um loðsing, gjøld o.a. vórðu gjørdar í 2019.
Broytingarnar í kunngerðini fevndu m.a um broytingar um gjald fyri nýtslu av loðsbáti, og ongar broytingar vórðu gjørdar í tímasatsinum. Broytingarnar vórðu gjørdar í kjalarvørrinum av broytingum, sum vórðu samtyktar í løgtingslógini sama ár. Hóast broytingar í løgtingslógini og í kunngerðini eru tímarsatsirnir fyri loðsing ikki broytt.
Til nr. 2
Sambært viðmerkingunum til løgtingslóg um havnaloðsing samsvara reglurnar um gjald fyri loðsing við meginreglurnar í øðrum londum í sambandi við at áseta gjøld fyri loðsing. Her verður sipað til, at gjaldið verður ásett við støði í støddini á skipinum og tíðarnýtsluni.
Sum skilst eru loðsskipanirnar í Danmark, Noreg, Svøríki og Íslandi nakað øðrvísi enn føroyska loðsskipanin. Í Danmark er loðsingin skipað í eina almenna sentrala eind, sum m.a. útinnir loðsing og ásetir gjøld fyri loðsing. Gjøldini verða góðkend av Søfartsstyrelsen. Í Noreg er loðsingin skipað undir Kystverket, sum góðkennir loðsar og árliga kunngerð gjøld fyri loðsing í fráboðan frá Kystverket. Í Svøríki er loðsingin skipað undir almenna Sjöfartsverket, sum ásetir gjøld o.a. í fráboðan. Í Íslandi eru loðsing og reglur skipað undir einstøku havnunum. Hvør havn sær skipar loðs og ásetir gjøld fyri loðsing.
Londini hava í felag, at gjøld fyri loðsing fevna um bæði løn og rakstur av loðsskipanini. Yvirskipað ber til at siga, at tað er smidligari at áseta gjøld í skipanunum í londunum rundan um okkum enn í føroysku skipanin. Eftir øllum at døma eru gjøldini fyri loðsing nakað væl hægri í Noreg, Danmark, Íslandi og Svøríki enn í Føroyum.
Til nr. 3
Gjøldini fyri loðsing eru ikki lønarásetingar til loðs. Lønir hjá loðsum verða ásettar eftir samráðingar millum løntakara og arbeiðsgevara og kunnu ásetast í sáttmála á arbeiðsmarknaðinum óheft av loðslógini og kunngerð um loðsing, gjøld o.a. við heimild í loðslógini.
Gjøldini, sum eru ásett í kunngerð um loðsing, gjøld o.a., eru eins og víst á ætlað at rinda útreiðslurnar hjá kommunum av loðsskipanini, undir hesum løn. Um lønir hjá loðsum og aðrar rakstrarútreiðslur hjá kommununum av at umsita loðsskipanina eru farnar upp, síðan gjøldini seinast vóru regulerað, kann tað hava við sær, at kommunurnar fáa eitt undirskot av skipanini, sum sambært lógini skal vera inntøkufíggjað. Kommunurnar hava ikki víst Uttanríkis- og vinnumálaráðnum á, at hetta er ein trupulleiki.
Til nr. 4
Hetta er ein spurningur fyri partarnar á arbeiðsmarknaðinum. Lønarviðurskifti verða ikki regulerað við lóg ella við heimild í lóg, og eg fái tí ikki svarað uppá, um sáttmáli eigur at verða gjørdur fyri lønarviðurskiftini hjá loðsum. Loðslógin og gjøld fyri loðsing, sum eru ásett í kunngerð um loðsing, gjøld o.a., forða ikki fyri, at lønirnar verða ásettar í sáttmála á arbeiðsmarknaðinum.
Til nr. 5
Kommunurnar, sum umsita loðsskipanina, hava ikki víst á tørv at endurskoða gjøldini. Tó hevur Føroya Skipara- og Navigatørfelag víst á, at gjøldini eru ov lág. Eg fari at biðja umsitingina venda sær til kommunurnar at umrøða gjøldini. Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 17. juni 2025 Sirið Stenberg landsstýriskvinna
(Mynd 📸 tjoðveldi. fo)
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Logting.fo
Fylg Facebook #'s:
#BlueFaroeIslands #Sjóvinnuforum #FaroeseMaritime #faroeislands #faroeislandsmaritimedirectory #directory #Sjóvinna #Fiskivinna #Havnaloðsingar #HelgiAbrahamsen #SiriStenberg #Politikkur #Løgting #UVMR
Fylg LinkedIn #'s:
Comments