top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

RHF NEVNDARFRÁSØGN | Shippingvinnan í Føroyum

Shipping sum vinnugrein styrkir tann føroyska búskapin - bæði við at økja um útflutningsvirðið og við at skapa ein meira fjølbroyttan arbeiðsmarknað í Føroyum.

- Les nevndarfrásøgnina sum PDF her:

Nevndarfrágreiðing+2021+RFH
.pdf
Download PDF • 1.41MB

Harafturat er shipping ikki einans tengd at samfelagsgongdini í Føroyum, men í størri mun at gongdini í heimsbúskapinum. Hetta merkir, at stóru konjunktursveiggini, sum javnan merkja føroyska búskapin, kunnu javnast við eini slíkari vinnugrein. Júst tí er týdningarmikið, at dentur verður lagdur á at stimbra shipping sum vinnugrein í Føroyum.

Menningin av føroyska handilsflotanum hevur ført til nýggjar vinnumøguleikar á sjógvi og landi. Hetta er ein sólskinssøga á maritima økinum, har vit við støði í okkara siðbundna styrki hava ment ein framkomnan nýggjan vinnuveg og starvsmøguleikar. FAS-skipanin er grundarlagið undir øllum hesum virksemi, og tí eigur skipanin at mennast, soleiðis at hon framhaldandi kann vera ein týðandi partur av føroyskum vinnulívi.


Fríggjadagin 11. februar 2022 hevði Reiðarafelagið fyri Handilsskip (RFH) aðalfund. Jens Meinhard Rasmussen legði fram ársfrágreiðing felagsins, har hann legði stóran dent á týdningin av eini kappingarførari FAS-skipan, um vit í Føroyum skulu hava ein altjóða handilsflota.

(Í nevndini hjá RFH sita Jens Meinhard Rasmusesn, Gunnbjørn Joensen, Hentzar Steingrímsson, Bogi P. Nielsen, Sjúrður Johansen og Álvur Højgaard (Mynd 📸 Vinnuhúsið)

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: RFH

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page