TÍÐINDI | Russisk skip á Runavík
Updated: Sep 28, 2023
Russisku skipini, Lira og Ester, komu í morgun á Skálafjørðin. Sambært Vágaportalinum hevur Lira sleipað Ester, sum hevur fingið maskinbrek sunnan fyri Føroyar.
(Mynd 📸 Helgi Abrahamsen)
Lira er farið avstað aftur, men Ester nú liggur við bryggju í Runavík, meðan skaðin verður kannaður. Bæði Ester og Lira eru skip, sum seinastu árini javnan hava verið í føroyskari havn.
Sambært revsitiltøkunum hjá landsstýrinum móti Russlandi í samband við kríggið í Ukraina er avmarkað hvørjar tænastur og veitingar russisk skip kunnu fáa í Føroyum. Undantak verður kortini givið í samband við maskinbrek ella líknandi støður.
Í heimildarsendingini “Skuggakríggið”, sum stóru norðurlendsku sjónvarpsstøðirnar, norska NRK, svenska SVT, finska YLE og danska DR, gjørdu í apríl, varð víst á, at Ester og Lira eru undir illgruna av norskum myndugleikum fyri at njósnast.
Illgrunaverd útgerð umborð Tað var fyrst í novembur, at systurskipini bæði komu til Kirkenes. Tey komu beinleiðis úr Føroyum. Á bryggjuni í Kirkenes stóð løgreglan fyri teimum, fyri at kanna skipini, sum gjørt verður í Noreg eftir nýggju reglunum.
Løgreglan fór fyrst umborð á Lira. Alt sá vanligt út umborð, til tey komu fram á einar læstar dyr. Innanfyri komu tey fram á ein mann, sum sat við síðunar av nøkrum, sum sá út til at vera onkur gomul sendiútgerð.
Løgreglan tók myndir, sum síðani vórðu sendar trygdarløgreluni, PST. Nakrar tímar seinni funnu tey somu útgerð umborð á systurskipinum Ester, sum altso eisini kom beinleiðis úr Føroyum.
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: KVF.fo
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments