top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

TÍÐINDI | Russland sendir oljutangaskip norður um Sibiria

Updated: Sep 28, 2023

Talan er um skip, sum ikki eru bygd og tryggjað móti ísvandum, og tí kunnu elva til náttúruvanlukkur, skuldi okkurt komið óvart á í havøkjunum norðan fyri Russland.

Russian oil tanker sibiria

(Mynd 📸 Orkan.fo)

Map of Russia and north passageway around Russia

(Mynd 📸 Orkan.fo)


Russland vil gera alt tað kann fyri at fáa tess olju til Asia uttan um vesturlendsku sanktiónirnar. Og er nú farið at senda tangaskip, sum ikki eru gjørd til at sigla í farvatninum norðan fyri Sibiria, til Asia, skrivar Politiken.


Ein vanlukka á hesi farleiðini kann hava ógvusligar avleiðingar við sær, har tað kann gerast torført ella ómøguligt at forða fyri eini oljudálking.


Tað er umhvørvisfelagsskapurin Greenpeace, sum er farin at gera vart við støðuna, nú russiska stjórnin eftir øllum at døma ætlar sær at senda gomul og illa útgjørd tangaskip, sum ikki eru ísstyrkt, frá Murmanskog víðari til Asia.


Sambært Financial Times eru tvey slík tangaskip farin 5600 kilometrar longu leiðina úr Murmansk allan vegin framvið russisku strondini við kós móti kinversku havnini Rizpao. Tey bæði tangaskipini “NS Braco" og “Leonid Loza” høvdu eina millión tons av olju hvørt og skulu brúka 35 dagar at koma leiðina fram.


Sune Scheller, kampanjuleiðari hjá Grenpeace ávarar um vandan fyri eini umhvørvisvanlukku, nú skipini als ikki eru ísstyrkt. Tað er heilt óvanligt at lata slík skip sigla við olju á hesi siglingarleiðini. Alt kann henda t.d. at ísur setur hol á skipini, vindur og havstreymar kunnu skapa trupulleikar og hendir nakað, so er hjálp ikki í nánd.


Umboð fyri russiskar myndugleikar vísa aftur úttalilsunum frá Greenpeace og siga, at vandi er ikki at sigla á hesi leiðini hesa ársins tíð, nú skipini eru so vælútgjørd at kunna sigla, har bestu líkindi eru.


Politiken skrivar, at annað tangaskipið er sera gamalt og líkur ikki krøvini til oljuflutning í slíkum lutvíst ókendum økjum í Arktis.

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo
Instagram logo


Kelda: Orkan.fo

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

0 comments

  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page