top of page
  • BFI á Facebook
  • BFI á LinkedIn
  • BFI á YouTube
  • BFI á Instagram
  • BFI Tíðindabræv
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

SJÓNÁM | Fullsett altjóða ráðstevna um sjótrygd og trivnað á Hilton Garden Inn

Updated: Sep 17, 2025


Fríggjadagin 12. september 2025 var fullsett í høllini á Hilton Garden Inn, tá altjóða maritima leiðsluráðstevnan um trygd og trivnað varð hildin.


Ráðstevnan varð fyriskipað í sambandi við, at Sjónám var vertur fyri árliga fundinum hjá IASST (International Association for Safety and Survival Training), sum Sjónám er limur í.

Á skrá vóru fleiri áhugaverdar framløgur um trygd og trivna úr ymiskum sjónarhorni, og afturmeldingarnar frá luttakarum hava verið framúr góðar.


Høvuðspunktið var verkstovan “Sjónám-Agora”, har operationell trygd umborð varð viðgjørd. Frásøgn/viðmerkingar vórðu orðaðar í ymisku arbeiðsbólkunum, og fyrireikararnir arbeiða nú við at savna og reinskriva hesar. 


Vit staðfestu breiða semju um, at tørvur er á at raðfesta trygd á sjónum hægri. Tað krevur tætt samstarv um alt sjóvinnuøkið - men tíverri taka ikki allir partar lut,” sigur Brandur H.Funningsstovu, leiðari á Sjónámi.


Ein felags niðurstøða, ið lýsir trygdarstøðuna umborð í dag, og um hvussu hon kann betrast, verður væntandi klár innan tvær vikur. Hon verður send luttakarunum, løgd á heimasíðuna og send miðlunum.


Sjónám vil nýta høvið at takka sponsorum hjartaliga fyri teirra týðandi íkast, sum gjørdi tiltakið møguligt.



(Mynd 📸 Sjónám)

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo



Kelda: Sjónám

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page