Myndir | Prógvhandan á Sjónám
- Eva Andrésen
- Jun 23
- 1 min read
Hátíðarløta var hósdagin 19.juni á Sjónámi tá 10 skipsatstøðarar fingu prógv.

Hátíðarløta var hósdagin 19.juni á Sjónámi tá 10 skipsatstøðarar fingu prógv.
Jan Højgaard frá Føroya Fiskimannafelag handaði virðislønir.
Fyri besta úrslit fekk Eyðtór Ansgar Jensen eina klokku við baremetur frá Føroya Fiskimannafelag
Fyri gott úrslit fekk Fríður Dam Johannesen ein Steiner kikara frá Føroya Fiskimannafelag
Besti floksfelagi (valdur av næmingum) var Eyðtór Ansgar Jensen, ið fekk eitt ur frá Vela-Watches.
Annfinn Olsen, reiðari, bar fram eina frálíka røðu.
Steintór Rasmussen framførdi nakrar av sínum sangum saman við Heina Ziska Dahl á tangentunum.
Poli Mikkelsen og Snorri Brend spældu undir til felagssangirnar.Sjónám ynskir nýklaktu skipsatstøðarunum hjartaliga til lukku við útbúgvingini og blíðan byr á starvsleiðini.










(Myndir 📸 Sjónám)
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Sjónam
Fylg Facebook #'s:
#BlueFaroeIslands #Sjóvinnuforum #Sjónám #faroeislands #faroeislandsmaritimedirectory #directory #sjóvinna #fiskivinna #Alivinna #shipping #frálandavinna #farmavinna
Fylg LinkedIn #'s:
Comments