Sjóvinnustýrið hevur í summar umvælt og endurnýggjað fleiri vitar
- Eva Andrésen

- 11 hours ago
- 1 min read
Í Fugloy eru mastur og linsa skift, meðan vitarnir í Hesti og á Kallinum hava fingið nýggjar linsur.

Nýggju linsurnar eru LED, og tað merkir munandi minni viðlíkahald. Eingin pera skal skiftast, streymnýtslan er nógv minni, og tað ber til at stýra bæði blinki og ljósstyrki úr fjarstøðu. Hetta merkir eisini, at ikki er neyðugt at vitja fjarskotnu vitarnar eins ofta og áður.
Sjóvinnustýrið er í eini tilgongd at endurnýggja føroysku vitarnar. Hetta verður m.a. gjørt við at skifta til LED-linsur og við at automatisera og standardisera raksturin so nógv sum gjørligt. Eisini verður tøkni sett í vitarnar, sum boðar frá, um ólag kemur í.
Nútímans vitar eru ofta einfaldar gittarmastrar og ikki tey vøkru bygningsverkini, vit kenna frá eldri vitum. Tí fara vit framhaldandi at viðlíkahalda stóru, gomlu vitarnar, so teir framvegis vera eitt prýði í landslagnum. Her verða smáar LED-linsur settar á vitarnar, so útsjóndin verður tann sama, meðan tøknin verður nútímansgjørd.
Næsta uppgáva verður at skifta innsiglingarljósini til Tvøroyri. Har verða LED-vinkulvitar settir upp í staðin fyri tvey ljós yvir eitt, bæði á Tvøroyri og á Gálgatanga. Tað er serliga Smyril, ið brúkar hesa leiðina.
Arbeiðið við at modernisera vitarnar heldur fram komandi summar.






(Myndir Sjóvinnustýrið)
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Sjóvinnustýrið
Fylg Facebook #'s:
#BlueFaroeIslands #Sjóvinnuforum #Sjóvinnustýrið #FaroeseMaritime #faroeislands #faroeislandsmaritimedirectory #directory #fas #faroesemaritimeecosystem #FaroeIslands #Directory #Faroeislandsmaritimedirectory
Fylg LinkedIn #'s:
.png)



















.png)
%20(1).png)
Comments