top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

SJÓVINNUSTÝRIÐ | Nú partur av Vanganum

Updated: Jun 29, 2022

Sjóvinnustýrið er nú eisini á Vanganum og kann bjóða viðskiftafólkum sínum at avgreiða síni viðurskifti talgilt.

(Mynd 📸 Portal.fo)


Hevur ein sjóvinnubræv ella førleikaprógv frá Sjóvinnustýrinum, fer ein at kunna síggja tey á Vanganum, og nær tey ganga út, eins og tað ber til at endurnýggja tey beinleiðis. Bátaeigarar fáa yvirlit yvir sínar bátar, og møguleiki verður bæði at skráseta nýggjar bátar og gera eigaraskifti á Vanganum. Eisini ber til at rinda rokningar fyri bátar, skrivar Talgildu Føroyar í tíðindaskrivi.


– Sjóvinnustýrið hevur seinastu árini lagt stóran dent á at menna talgildar skipanir, sum koma brúkaranum til góðar. Við at koma á Vangan koma vit eitt stórt fet nærri okkara brúkarum, tí enn fleiri kundar kunnu avgreiða síni viðurskifti talgilt. Tað hevur stóran týdning fyri okkum, at brúkarin hevur atgongd til Sjóvinnustýrið óheft av upplatingartíðum og landafrøði. Hetta er framtíðin, og henni vilja vit fegin vera partur av, sigur Hans Johannes á Brúgv í Sjóvinnustýrinum.


Í Talgildu Føroyum fegnast tey um nýggju tænasturnar.

– At fáa Sjóvinnustýrið sum tænastuveitara styrkir um fjølbroytni á Vanganum. Málið er, at tú skalt kunna avgreiða flestu lívsins viðurskifti á einum og sama stað.

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: Portal.fo

Fylg Facebook #'s:

#BlueFaroeIslands #Sjóvinnuforum #Sjóvinnustýrið #Vangin

Fylg LinkedIn #'s:

#BlueFaroeIslands #Sjóvinnuforum #Sjóvinnustýrið #Vangin

0 comments

  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page