Search
Spildurnýtt skip í FAS Nossan
- Eva Andrésen
- Apr 3
- 1 min read
Skipið er komið í staðin fyri gamla Nossan, ið er farið úr flotanum.

Nossan er nýbygningur hjá svenska felagnum Erik Thun, sum í gjár varð skrásettur í leiguskrásetingina hjá FAS.
Leigari er Sp/f Thun Føroyar. Skipið er komið í staðin fyri gamla Nossan, ið er farið úr flotanum.
Skipið, ið er farmaskip, er 2926 BT til støddar og er bygt á FerusSmit skipasmiðjuni í Hollandi.
Skipið varð latið felagnum 7. februar 2025.
Hjartaliga vælkomin í FAS!

(Mynd / skríggjamynd 📸 Teyggjan.fo)
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Sjóvinnustýrið
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments