ÚTBÚGVINGAR | Áhugin fyri maritimum útbúgvingum veksur
Updated: Aug 30, 2023
Áhugin fyri at nema sær útbúgving innan maritima øki, veksur alsamt í Danmark.
Talið av umsóknum til ávísar lærustovnar var 867 í mun til 804 í fjør. Tað er ein vøkstur á 8%.
Júst orsøkin til økta áhugan er ov tíðliga at siga, men felagsskapurin Danske Rederier hevur arbeitt miðvíst við átøkum og lagt nógv arbeiði í at sjónliggerða útbúgvingar á maritima økinum.
Tølini, ið talan er um, umfata hesar lærustovnar: Fredericia Maskinmesterskole, MARTEC - Maritime and Polytechnic University College, Maskinmesterskolen København, Svendborg International Maritime Academy, SIMAC og Aarhus Maskinmesterskole.
Danske Rederier hevur skipað sína egnu útbúgving ’Danish Shipping Education’ og eisini á hesari útbúgving vænta tey met tal av næmingum.
Danske Rederier er sera fegin um stóra áhugan hjá ungum fólkum um maritima øki, sum nú í nøkur ár hevur sæst aftur í tilgongdini av næmingum.
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Danske Rederier
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comentários