TÍÐINDI | Føroyskar havnir verða ikki stongdar fyri russarum
Og eingin broyting er í fiskivinnusamstarvinum við Russland
(Mynd 📸 In.fo / Russiskt skip í Runavík í gjár)
Tað sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanlandsmálum.
– Vit fylgja við hvat onnur lond gera, ES og Natolond. Vit gera sum tey fara at gera, men fara ikki at vera framman fyri tey, segði Jenis av Rana í samrøðu við FM1 á middegi.
Jenis av Rana sigur frá danska uttanríkisráðharranum, at hann væntar ikki, at tað verður semja um at steingja havnir.
– Vit mugu ansa eftir, hvønn tiltøkini raka. Um tey raka vanliga russaran, so raka tey ikki rætt.
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: In.fo
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments