top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

TÍÐINDI | Høgni Hoydal og Lars Løkke hittust í Nuuk

Updated: Feb 15, 2023

Ráðstevna um Arktis er í grønlendska høvuðsstaðnum í hesum døgum

(Mynd 📸 KVF.fo)


Lars Løkke Rasmussen, uttanríkismálaráðharri, og Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkismálum, hittust í Nuuk í gjár.

Har er ráðstevna um Arktis.

Lars Løkke Rasmussen hitti eisini Vivian Motzfeldt, grønlendsku landsstýriskvinnuna í uttanríkismálum.

Á skránni var, sum ikki einaferð, lyftið hjá donsku stjórnini um føroyskan og grønlendskan lut í uttanríkis- og trygdarpolitikkinum hjá ríkinum.

Føroyar og Grønland vera tikin við

Mette Frederiksen, forsætisráðharri, segði í fólkatinginum týsdagin, at landsstýrini bæði og fólkatingsfólkini hjá Grønlandi og Føroyum vera tikin við, tá nýggj semja skal gerast um verjuna.

Ráðstevnan í Nuuk var í gjár og er eisini í dag.

Landsstýrið í Grønlandi og ES skipa fyri.

(Mynd 📸 KVF.fo)


Friður og støðufesti - Í hesum tíðum gerst tað alsamt meira týdningarmikið at røkja sambond við grannar og samstarvspartar fyri at tryggja frið og støðufesti í Arktis og Norðuratlantshavinum, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður. Veðurlagsbroytingar ávirka lívskor, lívfrøðiliga margfeldnið og náttúru, og harvið grundarlagið fyri at liva og virka í Arktis og Norðuratlantshavinum, sigur hann. Á ráðstevnuni, sum eitur International Cooperation in the Arctic: Moving Forward, eru millum annað svenski uttanríkisráðharrin, Tobias Billstrøm, og Virginijus Sinkevicius, ES-kommisserur fyri umhvørvi, hav og fiskivinnu.

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: kvf.fo

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

0 comments

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page