TÍÐINDI | Ingerð skal føra nýtt og stórt skip hjá Cunard Line
- Ólavur Í Geil
- Mar 9, 2022
- 1 min read
Ingerð Klein Thorhauge úr Vestmanna er einasta kvinna, sum er skipari hjá reiðarínum Cunard Line, ið byggir nýtt skip fyri fýra milliardir kr.

(Mynd 📸 KVF / Ingerð Klein Thorhauge)
Ingerð Klein Thorhauge úr Vestmanna verður skipari á nýggja skipinum hjá Cunard Line, Queen Anne, sum kemur í 2024.
Tað kunngjørdi Cunard Line í gjár, altjóða kvinnudagin.
Queen Anne kostar fýra milliardir krónur at byggja og tekur 3.000 ferðafólk. Ingerð Klein Thorhauge, sum býr í Svendborg í Danmark, er nú skipari á Queen Elizabeth, sum er nýggjasta skipið hjá Cunard.
Einasta kvinna
Hon er framvegis einasta kvinnan, sum er skipari hjá reiðarínum.
Cunard var stovnað í 1840. Queen Anne verður skip nummar 249 hjá reiðaríinum.
Ingerð Klein Thorhauge hevur í ár verið í 25 ár hjá Cunard. Hon bleiv skipari í 2010.
Ingerð Klein Thorhauge varð útbúgvin skipsførari í Svendborg Navigationsskole í 1994.
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: KVF
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments