top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

TÍÐINDI | Mærsk ikki longur størst

Reiðaríið MSC hevur yvirhála stóra danska felagið sum heimsins størsta bingjureiðarí.

(Mynd 📸 Mærsk Line facebook síðan)


Danska reiðaríið Mærsk er ikki longur heimsins størsta bingjuskipafelag. Sambært Alphaliner, sum fylgir hvat gongur fyri seg í farmavinnuni, er Mærsk nú á øðrum plássi á listanum yvir heimsins størstu bingjuskipafeløg, skrivar Ritzau.


Nýtt felag á fyrsta plássi er MSC, Mediterranean Shipping Company, sum hoyrir heima í Sveits og Italia.


Tað er tó ikki nógv, sum skilir hesi bæði skipafeløgini. Talan er um minni enn eitt bingjuskip, sum nú er á muni millum feløgini.


Uppgerðin hjá Alphaliner sigur, hvussu stóran flota feløgini hava. Talan er bæði um egin og um leigað skip. At Mærsk nú – í hvussu so er eina løtu – er yvirhálað av MSC, fær ikki stóran týdning fyri danska reiðaríið. Tað metir Mikkel Emil Jensen, greinari í Sydbank.


- Mærsk hevur verið størsta bingjureiðarí í fleiri áratíggjur, so hetta er ein merkishending í sóvinnusøguni, at Mærsk ikki longur hevur heitið, sum kongurin á havinum.


- Tað er tó ógvuliga avmarkað hvønn týdning tað vær. Tað snýr seg meira um at kunna reypa av at vera størst, sigur Mikkel Emil Jensen við Ritzau.


MSC hevur seinastu tíðina víkðað munandi sum sín flota, bæði við at keypa eldri skip og byggja nýggj. Hinvegin hevur Mærsk ikki gjørt tær stóru íløgurnar í av økja um flotan, tí mett verður, at støddin er hóskandi nú.


Á triðja plássinum yvir heimsins størstu bingjureiðari, kemur franska felagið CMA CGM inn á triðja pláss eftir MSC og Mærsk.


Sambært Alphaliner situr CMA DGM á 13 prosentum av heimsmarknaðinum, meðan MSC og Mærsk hava umleið 17 prosent hvørt, skrivar Ritzau.

(Mynd 📸 MSC Cargo facebook síðan)

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: Portal .fo

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page