top of page
  • BFI á Facebook
  • BFI á LinkedIn
  • BFI á YouTube
  • BFI á Instagram
  • BFI Tíðindabræv
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

TÍÐINDI | Magn hevur sett nýggjan stjóra frá 1. apríl

Nýggi stjórin í Magn eitur Suni Justinussen. Suni Justinussen hevur síðani 1. oktober 2017 verið stjóri í GroAqua (fyrr JT Electric) á Kambsdali.

Suni hevur útbúgving sum maskinmeistari og íløguráðgevi, og hevur seinastu 25 árini virkað innan nógvar vinnur, sum maskinsmiður á Skála Skipasmiðju, maskinmaður hjá Maersk, íløguráðgevi í Betri Banka, sølu- og marknaðarstjóri hjá Vodafone og seinastu sjey árini sum forstjóri í GroAqua. 


Í 2023 varð hann eisini kosin ársins leiðari innan privata vinnulívið. Her var serliga nevnt avrikið at venda gongdini hjá JT Electric og menna GroAqua frá einari miðalstórari føroyskari fyritøku til ein altjóða veitara upp á sera stutta tíð við fokus, nútímans leiðsluhátti og framfýsnari virkismentan.


Suni er 43 ár, og býr í Leirvík saman við konuni Elly Justinussen og teirra 4 børnum.

“Suni Justinussen er júst rætti profilurin at leiða Magn. Eg fegnist um at Magn fær ágóðan av hansara leiðslustíli og nýhugsan, og eg gleði meg til samstarvið”, sigur Jan Petersen, nevndarformaður í Magn. 


Suni byrjar í starvinum sum stjóri í Magn 1. apríl.

(Mynd 📸 Magn.fo)

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo



Kelda: Magn

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page