top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
Writer's pictureEva Andrésen

TÍÐINDI | Nógvar royndir við grønari skipaferðslu

Seinastu árini hevur CO2-útlát og onnur útlát verið frammarlaga í kjakinum, og ein rúgva av royndum verða støðugt gjørdar at finna reinari orku. Í 2021 var nógv skrivað um royndirnar at fáa eina grønari skipaferðslu, og júst skipaferðslan er ein partur av dálkingini. Her eru brot úr nøkrum greinum, sum viðgera møguleikarnar at fáa grønari motorar/maskinur til skipaferðsluna CO2:


CO2: Smíða skip fyri 10 milliardir dollarar – útlátsfrítt

Japanska reiðarafelagið, JSA, stuðlar ætlanunum hjá stjórnini at minka CO2-útlátið til null áðrenn 2050. Reiðararnir eru samdir um at smíða skip fyri tíggju milliardir dollarar um árið fyri at røkka CO2nullinum.


Talan er um at gera hesar íløgurnar í nýggj skip við null-útláti næstu 30 árini. Japanska reiðarafelagið sigur, at limirnir í felagnum síggja tríggjar høvuðsmøguleikar: Kolevnisendurnýtslumetan, vetni/hydrogen og ammoniakk.


Til tess at koma á mál við null-útlátinum í 2050 er neyðugt at smíða 100 skip árliga, og tað fer at kosta einar 100 milliardir dollarar um árið. Reiðarafelagið í Japan metir, at neyðugt er bæði hjá skipum, sum sigla á heimshøvunum, og skipum, sum sigla fram við japonsku strondini, at vera við í hesi strembanini at endurnýggja flotan til ein reinari flota


Brunnbátur við 90 prosent minni útláti

Í september 2021 varð nýggi brunnbáturin ‘Færøysund’ handaður av AAS Mekaniske Verksted AS til Færøya AS í Herøy. AAS hevur sniðgivið nýggja skipið, og talan er um týpuna AAS 3002 STDE-Hybrid.


Brunnbáturin fór beint frá handanini til arbeiðis í einum longri sáttmála fyri Nova Sea AS og Salten Aqua AS og fleiri samstarvandi alarar. Maritimt.com skrivar, at Færøysund er soleiðis útgjørdur, at hann lýkur strangastu umhvørviskrøvini.


Báturin hevur dieselelektriska framdráttarmegi og ESSravlaðsskipan til blendingsrakstur, eins og útgerð at binda í landstreymskipanir. ESS-Ravlaðspakkin verður nýttur at taka spenningstopparnar undir rakstri fyri at minka um talið av generatorum í drift og soleiðis minka nógv um brennievnisnýtsluna.


Báturin kann eisini liggja við bryggju í styttri og longri tíðarskeið uttan at nýta generatorar – alt eftir landstreymsorkuni í havnunum. Tað minkar eisini um larmin í økinum. Báturin er sera væl útgjørdur til flutning av livandi fiski í opnari og afturlatnari skipan á ein varligan hátt, null útlát undir afturlatnum flutningi við yvirvaking, reinsing og viðgerð av øllum vatnrensli, filturskipan at reinsa vatn, UV-viðgerð av vatni inn og út úr lastarúmunum og so framvegis.


Heimsins fyrsta blendings-bulkskip

NOAH og Hagland skriva ídnaðarsøgu við ravlaðsblendings-skipinum Hagland Captain. Talan er um eitt umvælt og umbygt bulkskip, sum fer at minka eiturútlát sum NOx við 90 prosentum, tað er tað sama sum útlátið frá 84.000 persónbilum.


Hetta er heimsins fyrsta “plugin” blendings bulkskip, og er eitt ógvuliga gott dømi um eina nýggja tøkni, sum er neyðug, til vit finna aðrar nullútlátsloysnir, segði táverandi norski forsætisráðharrin Erna Solberg, tá hon vitjaði skipið í havnini í Oslo.


Í 2018 vildi tilfeingis- og umhvørvisfelagið NOAH minka útlátini frá flutningsleiðum sínum. Felagið vendi sær til eina røð av reiðaríum og fekk eina langtíðar avtalu við Hagland Shipping, sum tryggjaði íløguna.


Fyri kortum kom veðurlagsnevndin hjá ST við einari skelkandi frágreiðing, sum av álvara lýsir, hvussu stutta tíð vit hava at minka munandi um veðurlagsútlátini.


- Hetta skipið er eitt lítið, men týdningarmikið stig á leiðini. Í dag skriva vit ein nýggjan tátt í stóru ídnaðarumleggingini í Noregi og í restini av heiminum, sigur samtaksstjórin í NOAH, Anders Lægreid.


Maersk fer at royna luftbløðrur

Sum eina roynd á havinum fer A.P. Møller-Mærsk næsta ár at royna luftbløðrur undir einum bingjuskipi. Endamálið er at minka um sjógvmótstøðuna.

Tá ið skipið siglir á einum bløðru-teppi, sum verður blást út í einum jøvnum streymi undir skrokkimum, sparir tað brennievni og sostatt minkar CO2útlátið.


Tað er svenska fyritøkan Wärtsila, sum boðar frá hesum í einum tíðindaskrivi. Svenska fyritøkan upplýsir eisini, at bretska virkið ‘Silverstream Technoligies’ skal gera skipanina. Wärtsila skal seta skipanina í bingjuskipið, og sum skilst, bílegði Mærsk skipanina í mai í ár.

Seinni skrivaði Søfart, at Silverstream hevur fingið bíleggingar upp á 30 skipanir til nýbygningar frá Mærskkappingarneytanum Mediterranean Shipping (MSC).



Les fleiri spennandi greinar hjá blaðnum Maskinmeistarin HER

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: Maskinmeistarin

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

ความคิดเห็น


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page