TÍÐINDI | Seta strangari krøv til trygdina á smábátum
- Eva Andrésen
- 6 hours ago
- 1 min read
Nú verða trygdarkrøvini til smábátar herd. Tað hendur, nú landsstýrið, í næstum fer at leggja uppskot fyri Løgtingið um at herða krøvini til trygdarútgerð umborð á smábátum.
Nýggja kravið er, at eisini smábátar skulu hava AIS, sum er Automatic Identification System, og landsstýrið sigur, at tað eru útróðrarfeløgini, sum hava mælt til tað.
Eftir galdandi lóggávu er tað ikki eitt krav, at opnir bátar, ella deksbátar undir 20 BT skulu hava AIS.
Men nú skulu opnir bátar yvir 7,44 metrar og deksfør undir 20 BT eisini hava AIS av, í minsta lagi, klassa B. Bátar og deksfør við AIS av klassa A lúka eisini kravið eftir løgtingslógini.
Tann støddin svarar áleið til eitt áttamannafar, so hetta verður ikki eitt krav til bátar, sum eru minni enn tað.
Landsstýrið sigur, at hesar smábátastøddirnr, har tað ikki nú er eitt krav um at hava AIS, eru ein stórur partur av útróðrarflotanum.
Og tey eru eisini ein stórur partur av teimum stuttleikaførum og bátum, ið fara út á opið hav.
– Við at áleggja opnum bátum yvir 7,44 metrar, og deksførum undir 20 BT, at hava AIS av í minsta lagi klassa B umborð, verða hesir bátar sjónligari fyri onnur skip.
Samstundis kann AIS gera leitingarøkið minni og neyvari í sambandi við ásiglingar ella aðrar vandastøður.
Landsstýrið sigur, at ein AIS av klassa B kostar einar 7.000 krónur og ein AIS av klassa A, kostar einar 15.000.
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Dimma
Fylg Facebook #'s:
#BlueFaroeIslands #Sjóvinnuforum #faroeislands #faroeislandsmaritimedirectory #directory #sjóvinna #fiskivinna #Alivinna #Aquaculture #fishingindustry
Fylg LinkedIn #'s:
Comments