top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

TÍÐINDI | Sleppa at landa uttanlands

Føroysk skip sleppa nú at landa makrel uttanlands til 31. august. Tað hevur Dennis Holm, landsstýrismaður, kunngjørt.

(Mynd 📸 KVF.fo)

Skipini hava í summar landað makrel bæði til frystivirki og til fiskamjølsvirki í Føroyum. Nú frystivirkini fyribils eru givin at taka makrel, kunnu skipini bara landa til fiskamjølsvirki. Hetta ger, at skipini bíða eftir at sleppa framat. Fyri at sleppa undan hesum, sleppa skipini nú í ein góðan mánað at fara uttanlands við makrelinum.

Sleppa ikki at landa í Íslandi Fiskivinnu- og Samferðslumálaráðið hevur spurt norskar og íslendskar myndugleikar um møguleikar hjá føroyskum skipum at landa makrel. Ísland hevur boðað frá, at ikki er loyvt føroyskum skipum at landa makrel í íslendskum havnum. Men Noreg sigur, at har kunnu føroysk skip landa makrel. Tó er tilskilað, at sølan skal vera gjøgnum søluskipanina hjá Norges Sildesalgslag.

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

0 comments

  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page