top of page
  • BFI á Facebook
  • BFI á LinkedIn
  • BFI á YouTube
  • BFI á Instagram
  • BFI Tíðindabræv
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

TÍÐINDI | Størsta landsstreymaverk í Evropa er í Keypmannahavn

Avgerandi er, at landsstreymur gerst eitt lokkandi og bíligt alternativ.

(Mynd📸 Danske Havne)


Í dag varð størsta landsstreymaverk í Evropa vígt av H.M. Kongi á Oceankaj í Keypmannahavn.


Hetta merkir, at nú er grønur landsstreymur til ferðamannaskipini, sum leggja at við Oceankaj. Tað er avgerandi, at landsstreymur gerst eitt lokkandi og bíligt alternativ.


Tí arbeiðir Danske Havne fyri varandi skattafrítøku av grønum landsstreymi til skip í øllum ES. Hetta krevur broytingar í orkuskattadirektivinum, sum í løtuni eru til samráðingar.


Í framtíðini fara skip eisini at eftirlýsa streym til battaríini soleiðis, at tey kunnu sigla styttri leiðir við "reinum" streymi, t.d. nærhendis býarøkir.


Hetta fer at krevja, at vinnuligar havnir kunnu leggja afturat streym úr battaríunum hjá havnunum, sum eru knýtt at landsstreyminum.


Tí er tað eisini umráðandi, at vinnuligar havnir fáa møguleika at eiga og nýta ískoytisbattarí sum part av havnarrakstrinum.



Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo



Kelda: Danske Havne

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page