TÍÐINDI | Uttan Russland noyðast vit sjálvi at økja sjóferðslutrygdina í Arktis
Við Russlandi úti í kuldanum orsakað av krígnum millum Russland og Ukraina, kemur samstarv og umhvørvið í Arktis í trupulleikar. Nú ætla norðurlendsk yvirmannafeløg at gera nakað við málið.
(Mynd 📸 Antares )
Á einum felags fundi millum yvirmannafeløgini (Nordic Navigators), gjørdust tey seks feløgini samd um at menna ítøkilig politisk mál, til til tess at tryggja hetta sjóferðsluøkið.
Tað skriva feløgini í felags boðum.
- Ferðslan í Arktis veksur støðugt, men trygdarkrøvini og stuðulin hevur ikki fylgt við. Vit eru øll samd um, at hetta kann veita umhvørvinum trupulleikar, og limir okkara og ferðafólk umborð á skipum í Arktis. Vit mugu arbeiða saman til tess at rætta støðuna upp, sigur Hans Sande, sum er formaður fyri norðurlendska felagssamtakið, og arbeiðir í norska navigatørfelagnum.
Stigið til, at norðurlendsku navigatørarnir skulu samstarva um trygdinga í Arktis, varð skotið upp frá Lederne Søfart, sum eisini stendur á odda fyri politisku menningini.
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Antares
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments