TÍÐINDI | Vikmar einki skeivt gjørt
Updated: Jun 2, 2022
Í dag stað staðfestið Føroya Rættur at Vikmar hevur einki skeivt gjørt, og at Vikmar framhaldandi kann gera fiskikort.
(Mynd: 📸 Vikmar)
Umhvørvisstovan vildi hava fútabann móti Vikmar, og vildi verða við at Vikmar skuldi beina burtur øll botndata frá 2020 at rokna.
Trine Bramsen, fyrrverandi verjumálaráðharri, hevur svarað Sjúrða Skaale, í fyrispurningi, um málið.
Tað tykist, sum ein misskiljing er í málinum hjá Umhvørvisstovuni. Bæði Umhvørvisstovan og Trine Bramsen vísa til sjókort, ímeðan Vikmar vil verða við at fyritøkan ger fiskikort. Tað er ikki tað sama.
Jan Hammer Egholm var, ikki óvæntað, ovurfegin um úrskurin hjá rættinum. Hann skrivar soleiðis á sínum Facebook vanga:
"Ein góður dagur fyri øll sum ferðast á sjónum kring Føroyar. Rætturin hevur staðfest at tað framvegis er fult lógligt gera fiskikort"
(Mynd 📸 Facebook.com)
Fleiri fólk fegnast saman við Jan og Vikmar. Ein skrivar:
"Gott Jan, 1000 Takk fyri at tú bardist og vann"
Og ein annar viðmerkir:
"Gott at fáa hatta uppá pláss"
Fyrrverandi Løgmaður Føroya og núverandi landsstýrismaður í Heilumálum, Kaj Leo Holm Johannesen er eisini glaður vegna Vikmar og Jan Egholm Hammer og ynskir honum hjartaliga tillukku.
Í farnu viku hevði Jan Egholm Hammer hesa viðmerking til málið:
"Hetta mál snýr seg ikki um SJÓKORT, men um FISKIKORT. Vikmar arbeiðir fyri at varðveita rættin hjá øllum føroyingum framhaldandið at ferðast frítt á sjónum og gera fiskikort til frama fyri trygd og burðardygga veiðu."
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: BlueFaroeIslands
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
#Bluefaroeislands #Sjóvinnuforum #Vikmar
Comentários