top of page
  • BFI á Facebook
  • BFI á LinkedIn
  • BFI á YouTube
  • BFI á Instagram
  • BFI Tíðindabræv
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

TILFEINGIS- OG VINNUMÁLARÁÐIÐ | Broytt skipan í hummaraøkinum Sunnan fyri Streymin, á Kollafirði, Tangafirði, Skálafirði og Kaldbaksfirði

Tilfeingis- og vinnumálaráðið hevur gjørt av at taka burtur hámarkið hjá hvørjum hummarabáti í økinum Sunnan fyri Streymin, á Kollafirði, Tangafirði, Skálafirði og Kaldbaksfirði.

ree

 


Bátarnir, sum hava loyvi at royna eftir hummara í hesum økinum, hava felagskvotu við hámarki fyri hvønn bátin.

 

Tølini vísa, at higartil í ár eru fiskað góð 37 tons av felagskvotuni á 54 tons. Nú fiskiárið fer at halla, verður ikki mett, at øll felagskvotan fer at verða fiskað.

 

Tí hevur landsstýrismaðurin gjørt av at taka burtur hámarkið hjá hvørjum báti.


Við broytingini kunnu tey, sum hava loyvi at royna eftir hummara í økinum, halda fram restina av árinum, hóast tey hava fiskað upp til hámarkið.

 

Broytingin fær gildi í dag, 16. desember 2025


(Myndir 📸 fisk.fo)


ree

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo
ree



Kelda: fisk.fo

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page