top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

TÓRSHAVNAR HAVN | 30 vilja vera havnarstjóri

Updated: Feb 15, 2023

Tað loysti seg hjá Tórshavnar kommunu at lýsa fyri triðju ferð eftir havnarstjóra til Tórshavnar havn

(Mynd 📸 KVF.fo)

Tað loysti seg hjá Tórshavnar kommunu at lýsa fyri triðju ferð eftir havnarstjóra til Tórshavnar havn, tí ikki færri enn 21 umsøkjarar komu afturat. Saman við teimum níggju, sum søktu í øðrum umfari, hevur kommunan tí 30 umsøkjarar tilsamans at velja ímillum. Bjørgfríð Ludvig, kommunustjóri, sigur fyri útvarpinum, at tey longu eru farin í holt við setanartilgongdina. - Vit rokna við, at nýggi havnarleiðarin er settur í seinnu helvt av komandi vikuni, sigur hon. Upprunaliga varð søkt eftir havnarmeistara, men hóast 20 umsóknir komu inn í fyrsta umfarinum, varð gjøt av at broyta profilin og at lýsa eftir havnarstjóra. Tá ið søkt var aftur fyri aðru ferð, vóru níggju umsøkjarar, men Tórshavnar kommuna valdi ongan at seta, men søkti triðju ferð, og nú verður so nýggjur havnarstjóri settur.

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: KVF

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page