top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

UNESCO FØROYAR | Føroyskur bátur smíðaður á Steig í Sandavági

Stórt hátíðarhald var sunnudagin, nú Sandavágs Bygdarsavn og Sandavágs Fornminnafelag hava tikið stig til, at ein føroyskur bátur verður smíðaður í túninum á Steig í Sandavági í summar.


Nógv fólk vóru møtt til frálíka tiltakið sunnudagin 2. juli. Røður vóru hildar um føroyskt bátasmíð og bátasmiðir í Sandavági og um hvussu arbeitt verður við føroyskum bátasmíði í sambandi við UNESCO-sáttmálan um verju av siðaarvi.


Vakri føroyski báturin er ein týdningarmikil partur av okkara føroyska og felags norrøna siðaarvi. Í 2021 varð føroyski báturin, saman við súðubygdu bátum úr hinum Norðurlondunum innskrivaður á UNESCO-listan yvir umboðandi siðaarv hjá mannaættini. Við innskrivingini varð staðfest, at føroyski báturin, bátasmíð, brúk, siðvenjur og vitan um føroyska bátin skal verjast og førast víðari til komandi ættarlið.


Tiltakið hjá Sandavágs Bygdarsavni og Sandavágs Fornminnafelag er eitt týdningarmikið stig á leiðini. Hjartaliga tillukku við tiltakinum og blíðan byr.


Í summar verður bátasmiðurin Terji R. Jakobsen at hitta í túninum á Steig í Sandavági mánadagar og fríggjadagar kl. 14-16.

Dagbjørn Hansen greiðir frá verkætlanini


Kristina Djurhuus Christiansen frá Tjóðsavninum helt røðu

Síðsti báturin, ið varð smíðaður á Steig


Sámal Ravnsfjall undirhelt við sangi


(Myndir 📸 Unesco Føroyar)

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: UNESCO Føroyar

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

0 comments

  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page