top of page
  • BFI á Facebook
  • BFI á LinkedIn
  • BFI á YouTube
  • BFI á Instagram
  • BFI Tíðindabræv
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

UTTANRÍKIS- OG VINNUMÁLARÁÐIÐ | Landsstýrismaðurin luttekur á stóru ST-Havráðstevnuni

“Føroyar eru eitt lítið land við stórum havøki. Tað ger okkara støðu serliga – og tað ger eisini, at vit hava ein týðandi leiklut á altjóða pallinum."

(Mynd 📸 Tjóðveldi)


Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jóhan Christiansen, luttekur í hesum døgum á stóru ST-Havráðstevnuni “UN Ocean Conference”. Heimsins leiðarar eru komnir saman í Nice í Fraklandi at umrøða Heimsmál nr. 14, sum snýr seg um at verja og gagnnýta havið á ein burðardyggan hátt.


Landsstýrismaðurin var við til setanina av ráðstevnuni saman við grønlendska landsstýrisformanninum Jens-Frederik Nielsen og danska umhvørvisráðharranum Magnus Heunicke, har franski forsetin Emanuel Macron bjóðaði vælkomin til Nice.

Landsstýrismaðurin helt røðu, tá havgransking var á skránni. Í síni røðu vísti landsstýrismaðurin á týdningin av havgransking sum grundarlag fyri burðardyggari gagnnýtslu av havinum og fyri millumtjóða samstarvi.


Hann greiddi frá, at havið er lívæðrin í føroyska samfelagnum – bæði búskaparliga og mentanarliga. At Føroyar raðfesta gransking og hava størsta útflutningin av fiskavørum í heiminum pr. íbúgva, og harvið gera eitt týðandi íkast til sunnan, burðardyggan og veðurlagsvinarligan mat til heimssamfelagið.


“Føroyar eru eitt lítið land við stórum havøki. Tað ger okkara støðu serliga – og tað ger eisini, at vit hava ein týðandi leiklut á altjóða pallinum. Luttøka á ráðstevnum sum hesi, er ein møguleiki at ávirka kósina, knýta sambond og gera vart við týdningin av burðardyggari gagnnýtslu av tilfeinginum í havinum,” segði landsstýrismaðurin.


Landsstýrismaðurin fegnaðist um, at Havstovan tekur lut í einum tiltaki á ráðstevnuni seinni í vikuni, har evnini eru havstreymar, havsúrevni og hækkandi havstøði. Eisini greiddi landsstýrismaðurin frá, at Føroyar, Grønland og Danmark hava tikið við formansskapinum í Arktiska Ráðnum, og at Havið er millum høvuðsraðfestingarnar í formansskránni. Víst varð á stóru havráðstevnuna, ið Føroyar eru vertir fyri í 2026.





Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo



Kelda: UVMR.fo - Mynd: UVMR.fo

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:


Comentários


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page