top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

UVMR | Útlendsk arbeiðsmegi: Skundskipan gera tað lættari

Landsstýrið arbeiðir við at gera avtalu við danska ráðharran í útlendingamálum um eina fast-track skipan, ið vil gera tað lættari og smidligari at fáa fatur á útlendskari arbeiðsmegi.

(Mynd 📸 Jan Muller, Portal.fo. Magnus Rasmussen, ið sum landsstýrismaður bæði umsitur umhvørvi og vinnu, brúkti í síni setanarrøðu á Vinnudegnum høvi til at bera fram fleiri boðskapir á báðum hesum týðandi økjunum)


Hetta var ein av høvuðsboðskapunum í setanarrøðuni, sum landsstýrismaðurin í vinnumálum, Magnus Rasmussen, helt á Vinnudegnum í Norðurlandahúsinum fríggjadagin. Hvussu kunnu vit best loysa trupulleikan við manglandi arbeiðsmegini í Føroyum var eisini eitt av høvuðsmálunum, ið Vinnuhúsið eisini hevði valt at seta á breddan fyri ársins vinnudegi.


Og nýggi landsstýrismaðurin kom ikki tómhentur til hetta stóra og vælvitjaða tiltakið. Við sær hevði hann ein týðandi boðskap: nevniliga tann at landsstýrið arbeiðir við at fáa loyst ella í hvussu er bøtt munandi um truplu støðuna við manglandi arbeiðsmegi í Føroyum.


Við hesi skipan kunnu allir vinnugeirar fáa lærda og ófaklærda arbeiðsmegi úr triðjalondum til Føroya, tá arbeiðsloysið er undir 3,5%. Fyritøkur skulu undangóðkennast eins og í ES skipanini, men útlendingurin kann tó ikki byrja at arbeiða fyrr enn endaligt loyvi er latið.

-Hinvegin so hava vit og danir sett okkum sum mál, at tað skal ikki taka longur enn 30 dagar at avgreiða eitt loyvi segði landsstýrismaðurin og helt fram:

-Eg ivist ikki í, at hetta fer at vera ein munandi umsitingarlig broyting til tað betra. Málið er at fáa hesa skipan at virka, áðrenn árið er liðið.


...


Les alla greinina HER

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: Portal.fo

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

0 comments

  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page