top of page
  • BFI á Facebook
  • BFI á LinkedIn
  • BFI á YouTube
  • BFI á Instagram
  • BFI Tíðindabræv
Post: Blog2 Post
1.png
2.png

Vinnudagurin hjá Vágs Kommunu


Árligi vinnudagurin hjá Vágs Kommunu verður ónsdagin 13. mai. Vinnudagurin er ætlaður vinnurekandi í Vági og áhugaðum samstarvsfeløgum hjá fyritøkum í Vági og kommununi.


Vinnudagurin verður hildin á Garðslon, har byrjað verður klokkan 12.00 við ábiti, og klokkan 13.00 bjóðar forkvinnan í Vinnu- og havnanevndini vælkomin. Aftaná verða tríggjar áhugaverdar og viðkomandi framløgur:



  • Stjórarnir Jaspur og Reimund Langgaard frá Kodio greiða frá um strategiina hjá fyritøkuni at vaksa og at fara út um landoddarnar.

  • Deildarleiðarin fyri sølu og innkeyp hjá MEST, Richard Mortensen, kemur at greiða frá um virksemi og kósina framyvir hjá MEST.

  • Niclas Heri Jákupsson kemur at greiða frá um at selja – hvussu man gerst uppsøkjandi og proaktivur og hevur virðiligt samskifti við kundarnir.


Eftir framløgurnar verður høvi til prát, netverkan og at njóta okkurt leskiligt á Jugga.


Luttøka og tilmelding


Vinnudagurin er ókeypis fyri fyritøkur í Vági. Fyritøkur og samstarvsfelagar uttanfyri Vág eru eisini vælkomin at luttaka, kostnaður fyri hvørt umboð er 400 kr.


Tilmelding fer fram við at senda ein teldupost til edith@vagur.fo og upplýsa, hvussu nógv koma frá tykkara fyritøku. Seinasta freist at melda til er fríggjadagin 8. mai.



(Photo 📸 Port of Vágur)


Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo



Kelda: Port of Vágur

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page