top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

VINNUHÁSKÚLIN | Vitjan umborð á Borgarin KG491

Maskinmeistaraflokkurin, M4, var fyrr í vikuni umborð á uppisjóvarskipinum, Borgarin, ið liggur við kai í Kollafirði. Skipið er heimahoyrandi í Klaksvík og reiðari er Hanus Hansen.


(Mynd 📸 Vinnuháskúlin)


Aftaná ein kaffimunn, vísti Páll Hentze, maskinstjóri, okkum oman í kontrolrúmið, og har fingu næmingarnir høvi at hyggja nærri at eltalvunum og fingu innlit í skipanirnar umborð, og eisini vórðu vit víst runt á skipinum.


Vitjanin er partur av fakinum Skips-el, sum flokkurin hevur hesa skúlahálvuna. Ólavur Joensen er lærari hjá flokkinum í fakinum, og greiddi hann frá ymiskum á eltalvunum, ið er partur av fakinum. Talan var um eina áhugaverda vitjan, og takkar flokkurin Páll og manningini fyri blíðskapin.


(Myndir 📸 Vinnuháskúlin)

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page