top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
Writer's pictureEva Andrésen

VÓNIN | Havrannsóknarskipið fingið nýggjar lemmar

Updated: Jul 15, 2022

Í síðstu viku fekk havrannsóknarskipið, Jákup Sverri nýggjar lemmar. Talan er um TWISTER lemmarnar frá Vónini. TWISTER lemmar eru eitt sera spennandi produkt frá VÓNINI, sum hevur fingið góða móttøku í vinnuni.

(Mynd 📸 Vónin)


Tað serliga við hesum lemmum er, umframt at verða tekniskt væl framleiddir til ymsik sløg av fiskaríi, eru teir eisini tøkniligir - kallað SNILDLEMMAR. Við Snildlemma hugtakinum hevur Vónin sína egnu tilgongd til stýriligar trolhurðar. Twister lemmarnir eru longu fyrireikaðir til installatión av hesi snildhurðaskipan, har lemmarnir avstemma sínámillum fyri skvering. Kombinerað við dýpdarsensorar, hava lemmarnir eitt situatións “medvit” sum ger tað møguligt fyri teir at svara út frá teirra forritan, við ymiskum stillingum fyri ymisk fiskarí.

Skiparin kann stýra stillingunum fyri lemmarnar umvegis eina app í telefon ella teldli, og við at gera lemmarnar førar fyri at laga seg automatiskt eftir skiftandi umstøðum, er hvørki tørvur á skrokk-monteraðum modemi ella avbjóðingum innan skip-til-reiðskap samskifti. Mátið á TWISTER lemmunum Jákup Sverri fekk var 4,2m2 til støddar. Kombinerað við dýpdarsensorar, hava lemmarnir eitt situatións “medvit” sum ger tað møguligt fyri teir at svara út frá teirra forritan, við ymiskum stillingum fyri ymisk fiskarí. Les meira um TWISTER lemmarnar her: https://www.vonin.com/fo/product/vonin-twister/

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: Vónin

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

Recent Posts

See All

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page