Eitt føroyskt telduspæl um fiskiveiðu hevur fingið eina framúr góða móttøku í Íslandi. Sambært RÚV eru alsamt fleiri íslendingar farnir at spæla føroyska fiskiveiðuspælið Snørið, sum á stuttari tíð hevur vakt stóran áhuga millum bæði fiskivinnufólk og aðrar spælarar. Spælið er ment av Niklái Nysted, sum upprunaliga byrjaði verkætlanina sum eitt frítíðarítriv. Men stóri áhugin hevur gjørt, at arbeiðið við spælinum nú er vorðið eitt fulltíðarstarv. Í Snørið sleppa spælarar at r