Faroe Ship hevur fingið trý nýggj lærubrøv, nú Heiðrun og Petur eru útlærd sum speditørar, meðan Jákup hevur lokið útbúgving innan fyrisiting. Felagið leggur dent á týdningin av at menna og útbúgva starvsfólk innan ymsar fakbólkar, og tí er tað ein gleðilig hending at síggja enn ein árgang av lærlingum røkka málinum. Samstundis fegnast Faroe Ship um, at øll trý halda fram í starvi hjá felagnum eftir lokna útbúgving. Hetta tryggjar virðismikla førleikamenning og styrkir um fra