top of page
  • BFI á Facebook
  • BFI á LinkedIn
  • BFI á YouTube
  • BFI á Instagram
  • BFI Tíðindabræv
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

Antares | Hoyringsskriv til uppskot um dagføring av lóg um almannapensjónir


ree

Hetta skriv er sent í samband við LM-022/2025

Antares takkar fyri at hava fingið uppskotið til hoyringar og vil umbera at hoyringskrivið kemur so seint.


Antares fegnast um at AMR og Føroya Landstýrið langt um leingið hava viðgingið at lógir ikki eru í samsvar við Norðurlendska Sáttmálan um Sosial Trygd.


Antares hevur einans viðmerkingar til tað í viðvíkir punkt 2 broyting av §17 stk 2.


At reglurnar ynskjast at vera eins og í Danmark er skilligt, men munurin er at persónar, ið eru sosialt tryggjaðir í arbeiðslandinum, men búgva í Danmark, gjalda ongan skatt í Danmark. Tað er eisini, sum skriva í uppskotinum “ES-fyriskipan 883/04 staðfestir, at tað er upp til tey einstøku londini at áseta reglur um, hvussu samanfall av veitingum av sama slagi, skulu handfarast.” Tí kann ein donsk skipan ikki førast yvir á føroysk viðurskifti, tá ið báðar skipanirnar ikki eru eins.


ree

Tí undrar tað at føroyingar, ið eru sosialt tryggjaðir í arbeiðslandinum, og eru, eftir skattaumleggingina hjá sitandi samgongu, álagdir at rinda enn meira skatt í Føroyum, nú vera skerdir í teirra rætti til fólkapensjón. Leggjast skal afturat at flestu av hesum persónum hava altíð rindað ein part ella allan sín skatt í Føroyum


Inngjald til t.d. NAV er góðkend eftirlønarskipan sambart eftirlønarlógini, og tí undrar tað at henda góðkenda eftirlønarskipan skal ávirka rættin til fólkapensjón. Antin er NAV eftirløn eftir eftirlønarlógini ella sosial pensjón eftir lóg um almannapensjónir.


Føroya Landstýrið eigur tí at vera samt um hetta áðrenn uppskotið verður samtykt.Um løgtingið er samt um at NAV skal vera roknað sum ein sosial pensjón, er grundarlagið fleiri hava bygt sína eftirløn á skeivt. Og grundarlagið, sum hesi 100 tals fólkini hava at vísa á, hevur verðið at finna í eftirlønarlógini síðani 2014. Tvs at fleiri av teimum, sum hetta rakar, hava bygt sína vón á eina skipan, sum er meira enn 10 ára gomul – ¼ av arbeiðslívinum

 

Vegna nevndina

Magni SkaaleFormaður


ree


 

(Mynd 📸 (antares.fo)





ree

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo
ree


Kelda: Antares

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page