top of page
  • BFI á Facebook
  • BFI á LinkedIn
  • BFI á YouTube
  • BFI á Instagram
  • BFI Tíðindabræv
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

Antares | Hví sendir Taks av sínum eintingum villeiðandi upplýsingar til KVF?


ree

Hetta er fyrsta av fleiri greinum frá Magna Skaale, formanni í Antares, um støðuna viðvíkjandi teimum, ið arbeiða uttanlands.


Fyrraárið setti felagið Antares sær fyri at kanna, hvørja ávirkan tey, sum starvast uttanlands, hava á føroyska búskapin.


Fyri at sleppa undan, at kanningin endaði í klandri um inhabilitet og politiskar sannføringar, varð avgjørt at biðja Deloitte í Danmark um at gera kanningina. Tað var væl dýrari enn at biðja ein føroying ella føroyska fyritøku, men hildið var, at hetta var besti mátin at kunna kjakast um innihald, heldur enn at kjakast um persónar og politiskaslagsíðu.


Deloitte mátti biðja Taks um tølini, Taks mátti biðja Elektron taka tey út, og so fekk Taks tey frá Elektron, og so skuldi Deloitte fáa tey. Men Deloitte bíðaði eitt langt og annað breitt uttan at fáa nøkur tøl.


Eg frætti seinni, at Taks koyrdi tey oman í fíggjarmálaráðið fyrst, so kundi fíggjarmálaráðið klippa, líma og seta tølini saman, sum Antares hevði rindað fyri at fáa út. Hetta komi eg inn á í seinni.


Kanningin frá Deloitte skuldi vera liðug í aug/sept 2023, so at politikarar høvdu tøl at fyrihalda seg til, tá fíggjarlógin skuldi viðgerast, men kanningin varð ikki liðug fyrren nógv, nógv seinni. Vit komu heilt út í desembur, tí Deloitte bíðaði so leingi eftir at fáa tølini frá Taks. Tá kanningin endiliga kom út, var hon løgd fram fyri almenninginum, og fólk frá Deloitte vóru við umvegis stroyming, so tey kundu svara spurningum, sum journalistar, politikarar og onnur kanska høvdu.


ree

Stutt eftir framløguna var KVF frammi við tølum, sum vístu eina fullkomiliga skeiva mynd av veruleikanum. Har var ført fram, at útisiglarnir høvdu milliónainntøkur, og hetta undraði okkum almikið, tí vit vistu, at hetta var skeivt.


Vit vóru nakrir, sum sendu lønarseðlar til KVF,fyri at vísa at hetta passaði ikki, men KVF svaraði, at tey høvdu fingið tølini frá Taks. Vit kannaðu hesi tølini, og tað vísti seg, at eitt reiðarí, sum m.a. hevði skip skrásett á Bahamas, hevði frætt, at føroyingarnir hjá teimum rindaðu skatt í heimlandinum. Teir høvduaustraliarar, filippinarar, rumenar, polakkar, baltar, bretar, danir, føroyingar, amerikanararog kanadiarar í starvi umborð á skipunum - og bara føroyingarnir rindaðu skatt í heimlandinum. Boðini frá reiðarínum vóru greið. Hjá teimum skuldu allir hava avtalaðu lønina útgoldna. Tí hækkaði reiðaríið lønina hjá føroyingunum við upphæddini, sum svaraðitil skattin. Úrslitið av teirri avgerðini var bæði gott og ringt.


Føroyingarnir fóru væl upp um milliónina í skattainntøku, og eingin føroyingur afturat slapp inn har.


Hesi tølini brúkti KVF, og tað bleiv ongantíð rættað aftur, at talan var bara um nakrareinstakar útisiglarar. Og tað løgna var, at sambært KVF-starvsfólkum, so høvdu tey fingið tølini frá Taks. Tey høvdu ikki biðið um tey. Nú byrjar hetta at lukta nokkso illa.


Hví sendir Taks av sínum eintingum villeiðandi upplýsingar til KVF?


Magni Skaale

Formaður 

 

(Mynd 📸 (antares.fo)





ree

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo
ree


Kelda: Antares

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page