top of page
  • BFI á Facebook
  • BFI á LinkedIn
  • BFI á YouTube
  • BFI á Instagram
  • BFI Tíðindabræv
Post: Blog2 Post
Untitled (940 x 280 px).png
Advent BFI NL ysing.png

Arktiska siglingin skilir vatnini: Donsk reiðarí siga nei, meðan Kina og Suðurkorea síggja møguleikar

Áhugin fyri sigling gjøgnum Norðurleiðina (Norðeysturleiðina) norðan fyri Sibir er vaksandi, men sjónarmiðini í vinnuni eru sera ymisk. Meðan donsku reiðaríini Maersk, Norden og Torm ikki meta leiðina vera serliga áhugaverda, arbeiða kinesiskir og suðurkoreanskir aktørar miðvíst við at menna rutuna.


Sambært ShippingWatch síggja Maersk, Norden og Torm ikki stórar vinnuligar fyrimunir við at sigla gjøgnum Arktis. Hóast leiðin er styttri enn vanligu siglingarleiðirnar millum Evropa og Asia, eru viðurskiftini um ísin óviss, avmarkað undirstøðukervi og hægri rakstrarligur váði framvegis týðandi forðingar.



Somuleiðis hevur heimsins størsta bingjureiðarí, MSC, staðfest, at felagið als ikki hevur ætlanir um at nýta Norðurleiðina. Forstjórin Søren Toft vísir á trygd, umhvørvisatlit og váðan fyri manningarnar sum høvuðsorsøkir. Hann heldur eisini, at MSC longu hevur eitt alheims netverk, sum ger tað óneyðugt at flyta farm gjøgnum Arktis.


Øðrvísi sær støðan út í Asia.


Kinesisk reiðarí hava seinastu árini økt virksemið á Norðurleiðini, og fleiri feløg hava latið upp regluligar tænastur millum Kina og Evropa um arktisk farvøtn. Styttri siglitíðir eru høvuðsorsøkin. Sambært gCaptain kunnu summir túrar skerjast úr umleið 40-50 døgum gjøgnum Suezveitina niður í umleið 18-20 dagar gjøgnum Arktis.


Í Suðurkorea hevur stjórnin eisini sett ferð á arbeiðið. Landsins havmálaráðharri hevur boðað frá royndarsiglingum á arktisku leiðunum, og kóreanskir myndugleikar arbeiða við langtíðarætlanum fyri at gera landið til ein virknan part av framtíðar arktiskari sigling.


Samstundis er fyrsta vinnuliga kóreanska bingjusiglingin um Norðurleiðina fyrireikað við stuðli frá stjórnini.

[

Sostatt eru tvey greið sjónarmið komin til sjóndar. Vesturlendsk reiðarí leggja størri dent á trygd, støðufesti og umhvørvisatlit, meðan kinesiskir og suðurkoreanskir aktørar síggja møguleikar í styttri flutningstíðum og nýggjum handilsleiðum.


Hvørt Norðurleiðin verður ein veruligur avbjóðari til Suezveitina komandi árini, er framvegis óvist, men kjakið um arktiska sigling verður alsamt meira aktuelt.



Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo



Kelda: Ymsar Shipping portalar.

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:


Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page