Ársaðalfundur og 130 ára veitsla hjá Føroya Skipara -& Navigatørfelag
- Eva Andrésen

- 12 minutes ago
- 2 min read
Ársaðalfundurin hjá Føroya Skipara -& Navigatørfelag verður á Hotel Hilton Garden inn tann 28. 12. 2021 kl 09:30. Byrja verður við innskriving og morgummati, dørurði verður kl ca 12:00

(Mynd 📸 FSN. Á myndini, Annfinnur Garðalíð)
Tann 27. decembur 2025 kl 10:00 verður Ársaðalfundurin hjá FSN á Hotel Hilton Garden Inn. Byrja verður við morgunmati við innskriving kl 09:00.
Kl: 19:00 verður 130 ára veitslan hjá Føroya elsta fakfelag " Føroya Skipara -& Navigatørfelag" á Hotel Hilton Garden Inn.
Føroya Skipara- og Navigatørfelag 130 ára føðingardagsveitsla
Í samband við, at Føroya Skipara- og Navigatørfelag fyllir 130 ár, verður føðingardagsveitsla leygardagin 27. desembur 2025 kl. 19.00 á Hotel Hilton Garden Inn Inngongd er nýggi bygningurin (Hólmurin) Veitslan er fyri limir við maka og tilmelding fer fram á sigga@fsn.fo ella tlf. nr. 316973. Freistin at melda til og rinda fyri veitsluna er 25. novembur 2025.
Kostnaðurin er kr. 300,00 fyri hvønn og upphæddin skal flytast á kontu í Føroya Banka, nr. 6460-5235954, viðmerkt navn og eftirnavn á flytingini.
Matarskrá Vælkomudrykkur, durasnapsur og brellbiti aftur við livandi tónleiki.
Forrættur Toskur við chimmichuri, tomatum og persillurótskremi.
Høvuðsrættur Braisseraður oksatjúkkambur, pommes pure, graskar og gremolata.
Dessert Citrónterta við italienskum marengs.
Náttmatur Høsnarungasuppa við flutes
Íroknað prísin er: Vín, øl og sodavatn Kaffi/te og avec (Baileys ella Cognac) Frí barr – øl, vin og útvaldir sjussar.
Borðstjóri verður Jørgen Niclasen. Gestarøðari verður Tórbjørn Jacobsen " TOBBI" Undirhald verður undir borðhaldinum og Sommerson Band leiðir okkum gjøgnum borðsangin. Aftaná borðhaldið spælir Sommerson Band til dans. Vælkomin í føðingardagsveistlu



Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: FSN
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:









.png)
%20(1).png)


















Comments