ÁRSFRÁGREIÐING 2024 | Reiðarafelagið fyri Handilsskip
- Eva Andrésen
- Jun 11
- 2 min read
Nýggj skip eru á veg, og reiðaríini gera stórar íløgur fyri at umleggja til burðardyggar orkuskipanir, sum fylgja altjóða krøvunum.

(Mynd 📸 Handilsfelagið fyri Reiðaraskip)
Brot úr frágreiðingini.
Frágreiðing frá nevndini
Virksemið hjá føroyska handilsflotanum er støðugt vaksandi. Nýggj skip eru á veg, og reiðaríini gera stórar íløgur fyri at umleggja til burðardyggar orkuskipanir, sum fylgja altjóða krøvunum.
Málini hjá altjóða sjóvinnustovninum hjá ST, IMO, um, at altjóða skipasiglingin skal gerast CO2- neutral í seinasta lagi um ella á leið 2050 eru sera avbjóðandi. Harafturat skal í minsta lagi 5% av brennievninum í 2030 stava frá grønari orku. Limirnir í Reiðarafelagnum fyr Handilsskip (stytt RFH) eru longu farnir undir at gera íløgur í skip, ið kunnu sigla við burðardyggum brennievnum.
Shipping er vinnugrein, sum tryggjar inntøkukeldur til landsskassan, skapar arbeiðspláss og fjølbroyttan føroyskan arbeiðsmarknað, og tí fegnast RFH um, at áhugin fyri Føroysku Altjóða Skipaskránni og sjóvinnu sum heild tykist støðugur – serliga tí, at shipping skapar fleiri vitanarstørv bæði á sjógvi og landi og við hesum tryggjar fjølbroytni og góðar arbeiðsmøguleikar í Føroyum.
Seinasta árið hevur RFH arbeitt við at varpa ljós á skiftið, sum er fyri framman, har reiðarí skulu leggja um til varandi orkukeldur. Felagið virkar undir strangum altjóða krøvum, har vinnan skal rinda skattir og gjøld fyri at virka á altjóða marknaðinum. Orkuskiftið er tí ein nýggjur veruleiki, sum handilsskip mugu hugsavna seg um og virka undir. Føroysku reiðaríini standa ikki aftan fyri útlendsk reiðarí, tá ið tað ræður um at minka útlátið.
Vit kunnu vera errin av, at vit hava sterkan handilsflota, sum er millum størstu útflutningsvinnur í Føroyum í dag. RFH er bjartskygt um framtíðina og sær góðar vakstrarmøguleikar fyri vinnuna, hóast vinnan hevur avbjóðingar sum starvsfólkatrot og strong umhvørviskrøv.
27. mai 2025
Nevndin í Reiðarafelagnum fyri Handilsskip
Jens Meinhard Rasmussen, formaður
Sí ársfrágreiðingina HER
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Industry.fo
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments