top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

BAKKAFROST | Smoltstøðin á Norðtoftum liðug

Byggisamtakið NAC, Nordic Aquaculture Contractors, avhendaði í vikuni umfatandi útbyggingina av smoltstøðini hjá Bakkafrosti á Norðtoftum.

(Mynd 📸 KVF.fo)


Hetta er fyrstu ferð, at føroyskir veitarar eru gingnir saman í eitt samtak at standa fyri einari stórari byggverkætlan í alivinnuni.

Nú arbeiðið er liðugt, er niðurstøðan, at kostnaðarætlainn hevur hildið og støðin er avhendað til tíðina, sum avtalað.

Kanjon er størsti veitarin í NAC-samtakinum, sum telur fyritøkurnar KJ, Kaas Industribyg, TTS og RV Tøkni.

- Hetta hevur avgjørt riggað væl, og vit høvdu ikki verið bangnir fyri at farið undir eina byggiverkætlan eftir sama leisti aftur, sigur Rúni Olsen, leiðari fyri landalingina hjá Bakkafrosti.

Eftir útbyggingina er kapasiteturin á smoltstøðini á Norðtoftum nú umleið 18.000 rúmmetrar.

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: KVF.fo

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page