top of page
  • BFI á Facebook
  • BFI á LinkedIn
  • BFI á YouTube
  • BFI á Instagram
  • BFI Tíðindabræv
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

Dømir eru um føroyingar, ið sigla undir DIS, ið gjalda inn til donsku skipanina PFA



Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini 

Spyrjari: Beinir Johannesen, løgtingsmaður 

Svarari: Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum 

Evni:  Undantak sambært eftirlønarlógini


Spurningar:   1. Hvørjar eftirlønarskipanir uttanlands eru undantiknar sambært eftirlønarlógini?

2. Hvussu metir TAKS um, hvør skipan er nøktandi?

3. Hví verða borgarar kravdir eftir eftirlønargjaldi í Føroyum, hóast teir gjalda til nøktandi eftirlønarskipan uttanlands?


Viðmerkingar: 

Sambært eftirlønarlógini, so skulu øll tey, ið eru skattskyldug í Føroyum, spara saman til egna eftirløn. Tað er nú í 2026 komið á eitt lógarásett gjald á 12% av A-inntøkuni.


Tó eru tað undantøk, ið verða nevnd, har tað ásetta prosentgjaldið ikki verður rindað av.


Eitt nú er tað í § 3, nr. 18 har tað stendur:


«Inntøka frá arbeiði fyri arbeiðsgevara við heimstaði uttanlands, um løntakarin antin rindar til NAV ella hevur eina eftirlønarskipan uttanlands, sum TAKS metir er nøktandi.

Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um, hvat er at meta sum nøktandi eftirlønarskipan uttanlands.»


Hóast hesa áseting, so eru dømir um føroyingar, ið sigla undir DIS, ið gjalda inn til donsku skipanina PFA, ið eisini verða kravdir eftir at gjalda inn í føroysku eftirlønarskipanina, hóast eftirlønarlógin sigur, at hesi fáa undantak at gjalda ásetta gjaldið í § 2, stk. 1, tá teirra skipan er mett sum nøktandi.



Tað tykist undarligt, at hóast lógin greitt sigur, at tey, ið eru undantikin í § 3 at gjalda sambært § 2, stk. 1, hóast alt verða kravd eftir eftirlønargjaldi.

Fyri at fáa greiðu á hesum verður hesin fyrispurningur settur. 


Á Løgtingi, 5. februar 2026 


Beinir Johannesen



---



Les eisini onnur viðkomandi lesarabrøv frá Magna Skaale um mongu skeivu avgerðirnar í sonevndu “skattaumskipanini”






 

(Myndir Fólkaflokkurin (Beinir) og Framsókn (Ruth)


Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo



Kelda: Beinir Johannesen

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page