EL-SERVICE | Ein fyritøka, sum dugir at tillaga seg
Updated: Apr 19, 2023
Á vinnutinginum 10. november, hjá El-Service á Skála, høvdu feðgarnir John Eli Olsen og Ólavur Klein Olsen eina sera áhugaverda framløgu um el fyritøkuna, sum fleiri ferð hevur flutt seg í samband við alheimsgerðina, og er farin frá mest at arbeiða við skipum til at arbeiða við risastórum verkætlanum sum Eystur- og Sandoyartunlunum.
El-Service bleiv stovnað á Skála í 1988 og hevur síðan tá haft bústað við havnarlagið í bygdini. Í dag starvast um 30 fólk hjá El-Service.
(Mynd 📸 evf.fo /á myndini: John Eli Olsen)
Byrjanin
El-Service byrjaði við at vera við í skipabygging. Teir hava bygt skip á Skála Skipasmiðju, Tórshavnar Skipasmiðju (nú Mest) og saman við Thor sum hevur bygt skip í Las Palmas og í Turkalandi. Í tíðarskeiðnum 1998 til 2012 var El-Service við til at byggja 23 nýbygningar hjá Karstensen Skibsværft í Skagen, har gjørdi fyritøkan alt el arbeiði, útvegaði talvur og alt sum har til hoyrir í nýbygningum.
Í byrjanini av 1990’inum var El-Service við í nøkrum Danida verkætlanum í Afrika og Asien, tí tá vóru ringar tíðir í Føroyum. Fyritøkan hevur eisini roynt seg innan frálandavinnuna men hetta góvust tey skjótt aftur við, tí frálandavinnan var bert áhuga í teirra arbeiðsorku og El-Service slapp ikki at bjóða uppá sjálvar arbeiðstøkurnar.
Mitt í 00’inum gjørdi altjóðagerðin at kappingarføri hjá El-Service minkaði, við tað at man byrjaði at innflyta bíliga arbeiðsorku til skipabygging í Danmark t.d. polakkar og rumenar.
Tað kláraði føroyska tímalønin ikki at kappast við, so tí mátti El-Service fara at hyggja eftir øðrum marknaðum eisini. Harímillum eftirlit og ráðgeving við skipabygging uttanlanda og el-innleggingar projektir í Føroyum - í bygningum sum Skúlin við Løkin, SALT og Betri Trygging í Tórshavn.
Tunnilsmarknaðurin
Í 2007 byrjaði ein nýggjur marknaður hjá fyritøkuni, nevnliga føroyski tunnilsmarknaðurin, tí tá vann El-Service tilboðið um at standa fyri allari el-veiting og trygdarútgerð til Hovstunnilin. Eftir Hovstunnilin bleiv Norðskálatunnilin dagførdur, síðan Leynar-tunnilin, síðan kom nýggjur Viðareiðis-tunnil og Hvalbiar-tunnil. Í tunlunum er sera nógv útgerð.
Tá koyrt verður gjøgnum tunlarnar sæst bert ljós í tunnilsloftinum og kanska onkrar neyðstøðir, men tað skal rættiliga nógv annað til inni í einum tunli fyri at gera hann tryggan, til dømis: neyðljós, leiðuljós, ventilatión, kameraskipan, neyðskáp, neyðtelefonskipan, eldsløkkjarar, støvfølarar og mangt annað.
(Mynd 📸 el-service.com)
Føroysk loysn
“Vit hava alla tíð lagt dent á at arbeiða við føroyskum loysnum”, segði John Eli. “Og hava vit ment eina teldu-skermskipan sum fyrst bleiv brúkt umborð á skipum og síðani eisini í tunlum”. Skipanin vísur yvirlit yvir støðuna á trygdarútgerð sum: alarmar, temperatur og annað.
Í 2007 tá skermskipanin bleiv sett upp í Hovstunlinum vóru 150 signal, og nú hon er ment til Eysturoyartunnilin eru knapt 10.000 signalir sum skipanin skal handfara alla tíðina. So har er nógv broytt. Tað verður uppá sama máta til Sandoyartunnilin, tí El-Service stendur eisini fyri tí arbeiðinum.
Stórur partur av trygdarútgerðini verður teknað, prosjektera og royndarkoyrd á EL-Service, og áðrenn nakað fer út av verkstaðnum, verður FAT gjørt, sum bæði teknisk eftirlit og byggiharri verða boðin við til. Øll útgerðin verður sett upp og forritað í Føroyum, sjálvt um komponentarnir eru útlendskir. Vit hava valt hendan framferðar háttin so vit kunna varveita vitanina í Føroyum.
John Eli segði víðari, at tá talan er um ser-loysnir, standa vit í Føroyum einki aftanfyri útlendskar fyritøkur. Tá ið Eysturoyartunnilin skuldi gerast, var ætlanin at brúka somu norsku skipanir sum í Vága- og Norðoyatunlum, men av tí at skipanin hjá El-Service er einfaldari at handfara, bleiv hon vald.
Eysturoyar- og Sandoyartunlar
Ólavur vísti á, at tá byrja var uppá Eysturoyartunnilin valdi El-Service at brúka alla vitanina sum longu var í fyritøkuni um skerm- og PLC skipanir, umframt teldur, fibur og annað.
Tey høvdu royndir við nærum øllum tí sum skuldi gerast, bara í smærri nøgdum - tí tunlarnir sum fyrr var arbeitt uppá vóru um 2 km, ímeðan Eysturoyartunnilin er knappar 12 km. Tað nógva av arbeiðinum eru endurtøkur, so størsta avbjóðingin er at samskipa arbeiði, bæði inni í tunlinum og inni á El-Service har útgerðin verður framleidd og testa.
Trygdin skal altíð vera í hásæti í tunlum, og í undirsjóvartunlum eru enn strangari reglur sum skulu haldast. Serliga skermskipanin sum El-Service hevur ment, skal kunna geva live sentralinum og teimum sum taka sær av driftini eitt gott yvirlit yvir tunnilin.
Ikonur, tekstur og alt annað skal vera so týðiligt sum møguligt og helst á føroyskum eftirsum tað er ein føroysk skipan. Sera nógv útgerð er í einum slíkum tunli. Sum dømi kann nevnast at tað eru 140 myndatól, 40 radarar, 36 viftur, 5 pumpuskipanir og 94 neyðskáp - sum hvørt hevur eini 20 alarmar - so sum neyðtelefon, eldsløkkjarar, sikkringar, ljós og so víðari.
Tekur onkur ein eldsløkkjara so stongir tunnilin av sær sjálvum - alarmur fer frá og brand ventilatiónin fer eisini frá, tí man veit ikki um eldur er í, ella um onkur hevur gjørt tað av óvart ella bara hevur brúk fyri hjálp. Einki ‘delay’ er í skipanini so á alarmsentralinum ber til at síggja júst hvat hendir.
Ein norsk fyritøka stóð fyri arbeiðinum í Eysturoyartunnilinum og El-Service var undirveitari. Tá norska fyritøkan av onkrum orðsøkum ikki helt fram við Sandoyartunlinum bleiv leiðslan í El-Service spurd um tey kundu standa fyri el- og trygdararbeiðinum í Sandoyartunnilin og valdu tey at siga ja.
“Í slíkum arbeiðum er verkætlanarstýringin sera týdningarmikil! Tað er umráðandi at býta arbeiði sundur í nógvar smáar bitar fyri at fáa yvirlit. Um arbeitt verður við øllum í senn so verður einki liðugt” segði John Eli.
Framtíðarætlanir hjá El-Service
El-Service hevur tekniskar loysnir, ið væl kundu verið seldar til útlendska marknaðin, men hóast tað so vil fyritøkan heldur prioritera føroyska marknaðin í løtuni. Felagið hevur stóru tunnilsprojektini til endan av 2024, tí er ikki neyðugt at broyta marknað –
“vit hava altíð prioritera kvalitet framum kvantitet” segði John Eli.
Arbeitt verður tó eisini nógv við fibur-teknikki, El-Service ger fibur til føroysku heimini fyri Føroya Tele (Net) og síggja fibur sum ein marknað, sum fer at verða nokkso stabilur næstu nógvu árini. Umframt internet til heimi, verður fibur-net eisini brúkt til allar tekniskar skipanir.
Afturat vanligum el-installatiónum til bygningar og skip, er ætlanin eisini at útbúgva tekniska toymi í fyritøkuni, soleiðis at fyritøkan kemur at standa enn sterkari til størri tekniskar loysnir.
Nøkur øki sum eru í framtíðarætlanunum hjá El-Service eru:
Tunnilsarbeiðir í Føroyum – og seinni møguliga bjóða uppá tunnilsarbeiðir uttanlands tó við føroyskum Entre-prenørið
Menna ymiskar føroyskar tekniskar loysnir til skip og á landi
Fibur teknikk
Størri verkætlanir - klára at standa fyri sera stórum verkætlanum av tí at tey hava gjørt el- og trygdararbeiði í Eysturoyar- og Sandoyartunlunum
At blanda seg uppí sokallaðu grønu umstillingina, t.d. flótandi frekvens til skip - har ber til at koyra snúningar niður á høvuðsmotorinum, spara olju, men allíkavæl at hava sama spenning og frekvens - tað ávirkar ikki skipanina. Tað fyrsta skipið við slíkari loysn var Vesturskyn afturi í 80’inum - so tað er langt síðani at tað arbeiði byrjaði
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: evf.fo
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments