top of page
  • BFI á Facebook
  • BFI á LinkedIn
  • BFI á YouTube
  • BFI á Instagram
  • BFI Tíðindabræv
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

FAROE DIVE | Næmingar kava eftir gomlum fendarum - sí myndir 📸

Ein partur av skúlingini hjá Faroe Dive, er at kava eftir gomlum fendarum. Nøkur tons av fendarum, hava næmingar á vinnukavaraskúlanum fingið upp á turt seinastu árini. Metið fyri ein dag er 108 fendarar. Um eitt lastbiladekk (Fendari/fríhold) vigar áleið 90 kilo, so vigaði fongurin hendan dagin 9720kg.


Janus Joensen, stjóri á Faroe Dive leggur áherðslu á:


Samstarv hevur ovurstóran týdning fyri okkum á vinnukavaraskúlanum. Uppgávur sum hesar verða oftast samskipaðar í samstarvi við okkara sera góðu samstarvsfeløgum, sum t.d. Norðoya Bjargingarfelag, Vørn, Klaksvíkar Havn, Tórshavnar Sløkkilið, Klaksvíkar Sløkkiliði, Tórshavnar Havn, Fuglafjarðar Sløkkiliði og Fuglafjarðar Havn... (onkur helst gloymdur).

Vinnukavaraskúlin, sum tann størsti í norðanlondum, leggur dent á, at næmingar fáa møguleika at avgreiða ymiskar uppgávur á botni, soleiðis at teir verða so væl fyrireikaðir sum gjørligt áðrenn teir byrja arbeiðslívið sum vinnukavarar.


Uppgávur sum hesar, gevur næmingunum møguleika at fyrireika váðametingar, trygd, útgerð, samskifti, samstarv, í øllum liðum av arbeiðinum áðrenn uppgávan verður loyst.


Møguleiki er at lesa meira um vinnukavaraskúlan á www.faroedive.com



(Myndir 📸 FaroeDive)


Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Facebook Logo
LinkedIn Logo
YouTube Logo
Instagram Logo



Kelda: Faroe Dive, Janus Joensen


Fylg Facebook #'s:


Fylg LinkedIn #'s:

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page