FØROYA SKIPARA- OG NAVIGATØRFELAG | Brúgvakaffi
(Mynd 📸 VP.fo)
Góðu limir í Føroya Skipara- & Navigatørfelag,
Í Føroya Skipara- & Navigatørfelag fara vit undir at gerða eitt nýtt átak/tiltak, fyri okkara limir við heitinum Brúgvakaffi.
Ætlanin er at hava Brúgvakaffi umleið einaferð um mánaðin, har vit vilja bjóða okkara limum at vera hjartaliga vælkomnir niðan í Føroya Skipara- & Navigatørfelag, Smærugøtu 9A, 100 Tórshavn, til eina hugnaliga løtu við kaffipráti, har tað eisini verður møguligt at seta spurningar til formannin og nevndina í felagnum. Formaðurin Annfinnur Garðalíð, fer at greiða eitt sindur frá sáttmálasamráðingunum.
Til okkara fyrsta Brúgvakaffi, ið verður týsdagin tann 4. Apríl 2023, kl 10:00 – 12:00 ynskja vit at bjóða okkara limum kaffi, rundstykkir og vinarbreyð.
Endamálið við átakinum Brúgvakaffi, er at felagið og limirnir blíva hvørjum ørðum meira viðkomandi.
Tað er ikki neyðugt at boða frá luttøku, vónandi verður góð undirtøka fyri Brúgvakaffi.
Føroya Skipara- og Navigatørfelag
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: VP.fo
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments