top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
Writer's pictureÓlavur Í Geil

FØROYSKA SJÓMANSMISSIÓNIN | Gamal kenningur aftur í føroyska flotanum

Fríggjadagin 21. juli kom nýggi Ran, hjá reiðaríðinum Thor til Føroyar. Skipið er kent í Føroyum, tí tað kom sum nýbygningur til Føroya í 1986 og kallaðist tá Háborg.

(Mynd 📸 Føroyska Sjómansmissiónin)


Ran skal samtrola við Hoyvík eftir uppisjóvarfiski. Thor eigur bæði skipini. Ran er keyptur úr Noregi og kallaðist Gerda Marie. Skipið hevur ikki verið til fiskiskap síðstu árini.

Ran er bygdur í Noregi í 1986, er 65 metrar langur og 12.6 metrar breiður. Motorurin er ein MWM.


Frá Sjómansmissiónini hevur Ran fingið bøkur, skriftstað og annað.

- Føroyska sjómansmissiónin ynskir reiðaríðinum til lukku og Guds signing við Ran.

(Myndir 📸 Føroyska Sjómansmissiónin)

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: Føroyska Sjómansmissiónin

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

0 comments

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page