FSN | Skipara- og Navigatørfelagið og Reiðarafelag fara undir samráðingar í næstu viku
Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Føroya Reiðarafelag lótu 3. mars hvørjum øðrum sáttmálakrøvini.

(Mynd 📸 Portal.fo / Á myndini, Annfinnur Garðalíð)
Skipara- og Navigatørfelagið segði sáttmálan fyri fiskiskip upp í novembur í fjør at fara úr gildi 1. apríl í ár. Partarnir eru samdir um at fara undir realitetssamráðingar fríggjadagin 11. mars klokkan 10 í hølunum hjá Føroya Skipara- og Navigatørfelag.
Harvið skal semja finnast um nýggjan sáttmála, og gongd er í málinum.

Á myndini síggjast frá vinstru Annfinnur Garðalíð, formaður, Jón Bogi Guttesen, Jørgen Nielsen, Anfinn Fagraklett, Finnbogi Berg, Jóhan Eli L. Poulsen, Kristen Friis, Jákup Gøthe, nevndarlimir, Elias Zachariasen, næstformaður, og Jørgen Nielsen, nevndarlimur. Kristian Oskar Henriksen vantar á myndini.
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: KVF
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comentários